Nevndin afturvald

Útsetti aðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum varð hildin týsdagin 16. juni.

Nevndin er afturvald.

Rakul í Gerðinum, forkvinna stóð fyri vali. Av tí, at einki mótvalevni var, tá freistin at stilla upp var úti, varð hon afturvald uttan atkvøðugreiðslu, í eitt trý-ára valskeið. Tveir nevndarlimir, Bingerð Hjalmarsdóttir og Louisa Eliasen, stóðu somuleiðis fyri vali. Tvey mótvalevni vóru, Beinta Simonsen og Una Staksá Willumsen. Eftir atkvøðugreiðsluna var greitt, at Bingerð og Louisa vóru afturvaldar. Setanarskeiðið hjá nevndarlimum er tvey ár. At enda var val av tiltakslimi. Ein tiltakslimur skuldi veljast í tvey ár fyri Elisabeth Eið Eliasen. Hon bjóðaði seg fram til eina setu afturat, og varð sostatt afturvald uttan atkvøðugreiðslu.

Eisini var atkvøtt um viðtøkubroyting. Uppskot kom frá nevndini um nýggja grein í viðtøkunum um, at broytingar í fráboðanafreist og –formi ikki kunnu gerast uttan um aðalfundin. Uppskotið varð einmalt samtykt.