Næmingavitjan

Fríggjadagin vóru næmingar frá Heilsuskúla Føroya og vitjaðu í Heilsurøktarafelagnum. Hetta hevur verið fastur táttur seinastu árini, at Heilsurøktarafelagið hevur boðið heilsurøktaranæmingunum, sum eru í síðstu starvsvenjingini og verða liðug í januar, at vitja í felagnum.

Rakul í Gerðinum, forkvinna, greiddi næmingunum frá um søgu felagsins, um hvør kann vera limur í felagnum og hvat tað er, eitt fakfelag fyri heilsurøktarar virkar fyri. Okkara hjartamál eru, at heilsurøktarar verða settir í starv og fáa brúkt sínar førleikar á almanna- og heilsuøkinunm, soleiðis at samfelagið fær gagn av okkara heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi arbeiði. At tryggja limum okkara góð lønar-, eftirlønar-, og arbeiðs- og útbúgvingarrviðurskifti. Og at fylgja gongdini í samfelagnum og vera við í almenna kjakinum.

Jóhanna Henriksen, heilsurøktari á Heiminum við Vallalíð, greiddi frá síni yrkisleið, sum heilsurøktari. Hvussu tað var, fyrst at starvst sum sjúkrahjálpari á Landssjúkrahúsinum og seinni ogna sær útbúgving, sum heilsurøktari. Hvat tað er hon brennir fyri í starvi sínum við dementum og um fakligheit; tað at hava inlit í, og vera við til at menna fakið. Um sjónligheit og at vera errin av at vera heilsurøktari, við teirri ábyrgd og teimum førleikum tað hevur við sær.

Góðar stundir vóru eisini til prát og spurningar ímillum framløgurnar. At enda varð drigið um vinningin frá Heilsurøktaradegnum á Torginum í SMS. Tað var Marianna Guttesen, ið varð heppni vinnarin av einum gávukorti á 1.000 kr frá SMS.