Móttøka í Jákupsstovu

Í sambandi við at Majbritt Mohr er farin frá, sum forkvinna í Heilsurøktarafelagnum eftir samanlagt næstan 10 ár í starvinum og Rakul í Gerðinum hevur tikið við sessinum á aðalfundinum, sum var í apríl mánaða í ár, verður móttøka fyri teimum báðum í húsum felagsins týsdagin 14. juni kl 15 – 18. Øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá komandi og farandi forkvinnuna.