Móttøka

Í sambandi við, at Majbritt Mohr er farin frá, sum forkvinna í Heilsurøktarafelagnum eftir samanlagt næstan 10 ár í starvinum og Rakul í Gerðinum tók við sessinum á aðalfundinum, sum var í apríl mánaða í ár, bjóða vit til móttøku í húsum felagsins týsdagin 14. juni kl 15 – 18.

Heilsurøktarafelagið heldur til í Jákupsstovu, í J. Paturssonargøtu 24 í Havn. Øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá fráfarnu og nývaldu forkvinnuna.