Marna Jacobsen: Virði á kvinnuarbeiði

Fyri 45 árum síðan fór eg niður at lesa teoretiska námsfrøði. Í einari bók um sálarfrøði las eg um eina roynd, sum var gjørd við apuungum. Tvær kunstigar apumammur vóru bygdar, onnur var bleyt, mjúk og fjálg, og hin var hørð og kantut, men gav mjólk frá sær. Apuungarnir skuldu so velja sær ta mammuna, teir vildu vera hjá, og allir uttan undantak valdu ta bleytu apumammuna, hóast teir vóru í vanda fyri at doyggja av svongd. Ungarnir høvdu sostatt umsorgan fyri neyðuni heldur enn mat.

Hetta setti nakrar tankar í gongd hjá mær um, hvussu ótrúliga virðismikið tað økið er, sum varðar av umsorgan, verju og røkt av menniskjum, og hvussu lítið tað hóast tað verður virðismett í mun til onnur arbeiði.

Hetta er tað økið, vit við einum fínum orði nevna endurframleiðsla, mótsatt framleiðsla. Og tað er í endurframleiðsluni, at størsti partur av kvinnum eru í starvi.

Arbeiðsmarknaðurin verður býttur upp í tríggjar partar: tilfeingisvinna, vørframleiðsluvinna og tænastuvinna. Nógv flestar kvinnur starvast í tænastuvinnuni: 10.772 kvinnur og 7077 menn. Tær flestu: 2988 starvast innan heilsu og sosialøkið, 2537 starvast í kommunalari umsiting, tvs. fyri tað mesta í barnagørðum og ellisheimum og 1673 í handilsvinnuni. Í tilfeingisvinnuni starvast flest kvinnur í alingini, hóast tær eru í undirtali, í vøruframleiðsluvinnuni starvast flest kvinnur í fiski, hóast tær eisini her eru í undirtali.

Øll her inni kenna Florence Nightingale, kvinnuna við lampuni. Á mannamunni er hon tann fitta sjúkrasystirin, sum gekk millum sengurnar hjá hermonnunum í Krimkrígnum og veitti teimum hjálp og umsorgan. Tað, sum vit kanska hoyra minni um, er, at hon kannaði væl og virðiliga umstøðurnar á sjúkrahúsinum, savnaði saman data og fann útav, at hermenninir ikki fyrst og fremst doyðu av sínum sárum og løstum, teir høvdu fingið í krígnum, men av vantandi reinføri, sum gjørdi, at teir vóru smittaðir av ymsum sjúkum, sum trivust á sjúkrahúsinum. Hon syrgdi fyri at øll, sum starvaðust á sjúkrahúsinum, skuldu vaksa sær um hendurnar javnan og skuldu halda alt reint og nossligt. Og av tí orsøk hóraðu mangir hermenn undan og komu heim aftur á lívi.

Hendan eitt sindur romantiska myndin av kvinnuni við lampuni var tískil ikki øll søgan um røkt og umsorgan, heldur ikki tá, seinast í 1800 talinum, men hon samsvaraði væl við myndina av tí uppofrandi mammuni, kvinnuni, sum gjørdi ein góðan gerning, har arbeiðið bar lønina í sær sjálvum.

Sjúkrasystrafakið var upprunaliga hildið at vera filantropi. Tað vóru kvinnur í miðalstættini, sum sóu ein møguleika at sleppa burtur heimanífrá og realisera seg sjálvar.  Tær fyrstu livdu eina kleysturtilveru, tær skuldu búgva og eta á sjúkrahúsinum og máttu ikki giftast. Florence Nightingale var idealið, har hon gekk millum særdu bretsku hermennirnar við sínari lampu, mild og móðurlig. Tað hevur týdning, at leggja sær í geyma, at hetta slagið av arbeiði er øðrvísi enn vøruframleiðsla, og at hesir eginleikarnir, sum kvinnur hava, at røkja hetta arbeiðið, eru ótrúliga týdningarmiklir, men hinvegin verða júst hesir eginleikarnir traðkaðir undir fótum bæði av nýggjum leiðsluformum sum New Public Management og við tað, at arbeiðsøkið, sum byggir á hesar kvinnuligu eginleikar við røkt, umsorgan og verju hevur minni virði reint lønarliga enn onnur øki.

Tað er jú hetta eftirsleipið av filantropi, sum m.a. eisini heilsurøktarar stríðast við í dag. Tí so hvørt sum sjúkrarøktarfrøðingar fingu størri valdstøðu í heilsuverkinum, var brúk var fyri bíligari arbeiðsmegi. Og tí komu sjúkrahjálparar og heimahjálparar framat. Tær vóru av fyrstan tíð ófaklærdar, sum tóku tær uppgávurnar upp á seg, sum ikki kravdu útbúgving, soleiðis at sjúkrarøktarfrøðingarnir kundu flyta seg longri inn á arbeiðið hjá læknunum. Á tann hátt fekk man so nýggjar láglønarbólkar av kvinnum inn í skipanina. Síðan hava sjúkrahjálparar og røktarar fingið útbúgving, men eftirsleipið er har framvegis.

Vit síggja somu tendensir her hjá okkum. Stríðið, sum hevur verið millum sjúkrarøktarfrøðingar og jarðarmøður og stríðið millum námsfrøðingar og hjálparfólk. Eg meti eisini, at tað í kanningini, sum Heilsurøktarafelagið læt gera í 2014, kemur fram eitt ynski um at sleppa at arbeiða á øðrum økjum enn teimum, sum tit arbeiða í nú.

Tað er kanska ljótt at samanbera við arvastríð, men eg geri tað kortini. Jú minni arv, tú hevur í væntu, jú meira stríðist tú fyri at fáa hendur á honum.

 

At kvinnur altíð hava arbeitt, vita vit øll, hugsa bara um fiskagenturnar, sum stríddust á fiskaplássum fyri dagligt breyð. Undirbetaltar og illa viðfarnar. Men tað kemur ikki rættilig gongd á kvinnurnar fyrr enn í trýssunum, hálvfjersunum, ja kanska ikki rættiliga fyrr enn í fúrsunum í Føroyum. Kvinnurnar fóru í stórum tali frá grýtunum og út á arbeiðamarknaðin, soleiðis at vit í dag hava størsta talið av útiarbeiðandi kvinnum í Norðurlondum – 83%. Tá ið kvinnurnar byrjaðu at fara út á arbeiðsmarknaðin í stórum tali, yvirtók tað almenna tað siðbundna virksemið hjá kvinnum, og vit fingu nýggj yrki og arbeiðsøki innan heilsu, sjúkrarøkt og barnaansing. Og tey, sum tóku hesi arbeiðini, vóru kvinnurnar sjálvar. Hetta skapti eina mýtu um, at tær gjørdu tað sama, sum tær høvdu gjørt heima við hús. At tær arbeiddu bara til stuttleika, fyri at sleppa út. At hetta var gott aftrat, tí at maðurin var framvegis forsyrgjarin. Ja, ikki so sjáldan hoyrdist spurningurin: hví skal hon arbeiða, maðurin fortjenar jú eina rúgvu.

Nógv vatn er tíbetur runnið í ánna síðan tá, men kortini er tað hetta, sum ger, at vit enn í dag síggja markantan lønarmun á teimum lágløntu kvinnufakunum og mansfakunum bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum.

Og hví? Jú, tí at tað er nógv størri prestiga í mansfakinum enn í kvinnufakinum. Vit kunnu bara taka læraran sum dømi, sum var ein týdningarmikil persónur í lokalsamfelagnum fyrr í tíðini. Hann var sum oftast sóknarstýrislimur, deknur, sjúkrakassaformaður og alt møguligt annað. Men tá ið lærararnir fingu minni at siga í samfelagnum, kanska av ungdómsuppreistrinum í trýssunum, har vit settu spurnartekin við autoritetar, so fóru menninir burtur frá lærarayrkinum, og kvinnurnar yvirtóku. Nú er lærarayrkið ikki so lokkandi meira hjá monnum, tí møguleikarnir fyri at glíða yvir í leiðslustørv innan lærarayrkið eru ov fáir.

 

Hví lægri løn?

 

Hví fáa kvinnur lægri løn enn menn? Onkur vil vera við, at tað er vegna tað, at tær starvast í serligum størvum, sum eru láglønarstørv burturav, men Jytte Larsen, sum er søgufrøðingur og arbeiðir við einari granskingarverkætlan, sum greinar javnstøðulóggávuna í Danmark frá grundlógini til dagin í dag, sigur, at granskingin vísir, at grundleggjandi orsøkin er, at kvinnur altíð hava verið bíligari arbeiðsmegi enn menn. Tað ber ikki til at siga, at tað er bara vegna tað, at tey siðbundnu kvinnufakini eru ein leingjan av tí frammanundan ókeypis húsarhaldsarbeiðinum.

Søgan vísir nevnliga, sigur hon, at tey fyrstu fakini, sum vórðu hildin at vera kvinnufak, vóru fak, har kvinnur skuldu stríðast við menn í sama faki fyri yvirhøvur at fáa eitt arbeiði td. sum lærarar og flakakvinnur.

Longu í 1867 sita politikarar í Fólkatinginum og forhandla seg fram til, at kvinnur skulu hava millum 2/3 og helvtina av mannfólkalønini. Orsøkin er, at tað bara eru tær ógiftu kvinnurnar, sum sleppa at arbeiða lønararbeiði, og so heldur man bara, at ógiftar kvinnur ikki hava sama økonomiskan tørv sum ein maður, sum skal forsyrgja sínari familju og tí má hava hægri løn.

Teir vóru elitan í samfelagnum. Teir vóru yvirhøvdið í familjuni og sótu á politiska valdinum. Og tað er hetta eftirsleipið, vit sita við enn tann dag í dag. Ólíkaløn bleiv so at siga stovnsfest.

Hví hava kvinnur láglønarstørv? Kanska tí at tær vera hildnar at vera óstøðug arbeiðsmegi. Kvinnan verður við barn, hon tekur mesta barnsburðarfarloyvið, hon vil hava fleksibul størv fyri at kunna taka sær av familjuni, og man tað ikki vera júst av teirri orsøk, at so stórt tal av føroyskum kvinnum arbeiða niðursetta tíð, sum so aftur sæst í lønini?

Í galluppkanning, sum Demokratia læt gera seinast í 2017, kom fram, at tað framvegis er kvinnan, sum keypir húsarhaldsvørurnar, ger døgurðan, vaskar klæðini, ger reint, fer til lækna og tannlækna við barninum, er heima við sjúkum barni osfr. Onkur bati er – treyðugt so, men als ikki so stórur, at tær nú kunnu kenna seg ájavnt við mannin heima við hús. Hetta kann eisini vera viðvirkandi orsøk til, at tær arbeiða niðursetta tíð, og hví tær ikki stilla upp til løgtings- og kommunuval. Tí onkur má taka sær av familjuni.

Í einari kanning, sum Hagstovan læt gera í 2008, sæst, at 80% av monnum arbeiða fulla tíð og 46 % av kvinnum. Sambært fólkteljingini í 2011 arbeiða 54% av kvinnunum niðursetta tíð, og 20% av teimum kundu hugsað sær at arbeitt fleiri tímar.

 

Arbeiðsumstøður

Stjórnmálafrøðingurin Hanne Marlene Dahl hevur greinað heimahjálparaarbeiði 1943-95 í Danmark og er komin fram til, at arbeiðið sær fullkomiliga øðrvísi út í dag, tí at eitt marknaðarorienterað stýringsamboð, New Public Management, hevur gjørt sína innrás. Her verða arbeiðstíðir reguleraðar, og arbeiðsinnihaldið verður standardiserað soleiðis, at tað verður gjørt til nærum manuelt arbeiði. So tað kvinnuliga arbeiði, sum av fyrstan tíð var grundað á menniskjakunnleika, verður í dag gjørt til eitt slag av ídnaðararbeiði.

Tað hevur við sær, at arbeiðið verður gjørt so einfalt sum gjørligt, soleiðis at tað verða til nakrar praktiskar arbeiðsfuntktiónir. Tað, sum man ikki fær við, er, at tá ið ein heimahjálp td. dustsýgur og ger reint hjá einum gomlum, so snýr tað ikki bara um at dustsúgva ella gera reint, men um at ansa eftir liviumstøðunum hjá tí gamla, hvussu klárar viðkomandi seg, kunnu tekin vera um sukursjúku, taka tey ov nógvan heilivág, hava tey tunglyndi osfr, og tað sama er galdandi fyri øll onnur øki innan umsorgan, røkt ella ansing. Stutt sagt fak, sum hava við menniskju at gera.

Hendan sparingin og effektiviseringin kann hava við sær, at arbeiðsfólkið missir hugin at arbeiða, tey fáa strongd, fara í sjúkrafarloyvi ella gevast. Tí at nógv í almennum størvum umhugsa at fara úr arbeiði, tað kann vera av vánaligari løn ella av vánaligum arbeiðsumstøðum. Í kanning, sum Heilsurøktarafelagið læt gera í 2014, tykist tað tó sum nøgdsemi er stórt á teirra arbeiðsplássum, og eisini í einari galluppkanning, gjørd í 2016, søgdu fólk seg gleða seg yvir at fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina, hóast tað vísti seg, at gleðin var størst hjá teimum hægstløntu.

Eg dugi ikki at siga, hvussu støðan er í dag, men eg havi varhuga av, at tað er størri ónøgd við arbeiðsviðurskiftum á heilsu- og sosiala økinum, enn tað kemur fram í hesum kanningum.

Í vesturheiminum er nógv skorið niður upp á vælferðarskipanir, og tað hevur ávirkan á serliga kvinnurnar, tí at tær skulu renna skjótari á arbeiðsplássinum, starvssetanirnar eru ótryggari, tú verður sett í fyribils starv ella tíðaravmarkað starv, sum ger, at tú ikki fært eina skipaða tilveru, har tú td. veitst, hvar tú flótar í framtíðini, ongin vil geva tær lán upp á eina íbúð, og hvussu fer tín pensjón at síggja út, tá tú verður gomul og mangt annað.

Tú hoyrir dag og dagliga um strongd á arbeiðsplássinum, og hetta er nakað, sum eigur at verða kannað í Føroyum. Hvørjir fakbólkar eru serliga illa fyri, hvat kann gerast fyri at loysa trupulleikan osfr. Kanning av sjómonnum við Barentshavið er júst komin fram til, at strongd hava teir onga, og tað er jú gott, men kanska tað var uppá sítt pláss at kanna strongd hjá konunum hjá teimum eisini. Helt meg hoyra, at tendensirnir til strongd øktust, sum teir nærkaðust heimastrond, og hví man tað vera?

 

Lønargjógvin

Í kanning gjørd í 2008, sum Hagstova Føroya gjørdi av útvaldum arbeiðsplássum í Føroyum, varð komið fram til, at miðal tímalønin hjá monnum er 16,3% hægri enn hjá kvinnum, og hetta samsvarar væl við tølini í hinum Norðanlondunum.

Menn átaka sær ofta størv við menningarmøguleikum og ofta leiðarastørv. Kvinnur hava ofta umsorganarstørv og rutinuarbeiði, hetta eru samstundis størv, sum krevja lægri og meðal útbúgvingar, og har ið møguleikarnir fyri at koma í hægri starv ikki eru stórir.

Tosað verður um horosontalt og vertikalt arbeiðsabýti. Horosontalt arbeiðsbýti er, at munur er á arbeiðsuppgávum, menn arbeiða í privata geiranum, teir arbeiða við framleiðslu. Kvinnur arbeiða í almenna geiranum og taka sær av endurframleiðsluni. Fólk kunnu hava somu útbúgving og sama arbeiði, men kortini er innihaldið av arbeiðnum ymiskt, menningarmøguleikarnir ymiskir og lønin ymisk.

Vertikala arbeiðsbýtið sipar til býtið av leiðslu og ábyrgd, altso hierarkiið millum starvsfólk og leiðslu. Og har er greitt, at menn hava flestu leiðslustørv og harvið hægri løn.

Bæði horosontala og vertikala arbeiðsbýtið ger, at tað skapast ein lønargjógv, hvørs størsta eyðkenni er kyn, men at tað letur seg gera at bøta um hetta eru seinastu atgerðirnar í Íslandi prógv um.

Í 2017 samtykti íslendska altingið ein sokallaðan líkalønarstandard, sum kom í gildi við lóg 1. januar 2018.

Hetta merkir, at virki og stovnar, har fleiri enn 25 fólk starvast í miðal gjøgnum árið, skulu prógva, at tey gjalda líka løn fyri sama arbeiði ella arbeiði av sama virði.

Ísland er sostatt fyrsta land í verðini, har arbeiðsgevararnir skulu prógva, at teir gjalda líka løn til menn og kvinnur.

Arbeitt hevur verið við at menna ein líkalønarstandard, sum liggur til grund fyri at finna virði á arbeiði. Líkalønarstandardurin hevur reglur og leiðbeiningar, sum greina lønarstrukturin á einum arbeiðsplássi, harvið tryggjar man sær, at tað verður fastsett ein løn fyri sama slag arbeiði á einum arbeiðsplássi. Avgerðir um løn skulu takast út frá førleika, royndum og ábyrgd.

Tá ið leiðslan á arbeiðsplássinum skal seta líkalønarstandarin í verk, so skal hon definere lønarpolitikkin á arbeiðsplássinum, hon skal greina lønirnar fyri at finna útav, um kynsgrundaður lønarmunur er á arbeiðsplássinum. Tað verða sett 4 ár av til at seta hetta í verk, alt eftir hvussu stórt virkið er, og tá freistin er farin, ber til at geva arbeiðsplássum bót fyri ikki at liva upp til krøvini um líkaløn, bótin er uml. 3000 kr um dagin.

Tað verður ikki mett, at hetta fer fullkomiliga at loysa trupulleikan við kynslønarmuni, men tað verður hildið, at munurin fer at minka nógv, og at eitt opið orðaskifti um løn fer at gera tað verri og ikki góðtikið at gera mun. Eisini er rákið soleiðis í dag, at tað fer at verða hildið at vera eitt pluss fyri eina fyritøku, at hon rindar líka løn fyri líka virði av arbeiði.

Tá ið verkfall hjá SOSU-assistentum rakti í Danmark í 2007, var Dennis Kristensen formaður í felagnum. Hann stóð nokkso einsamallur við tí meining, at fyri at loysa ólíksstøðuna hjá hesum lønarbólki í mun til aðrar lønarbólkar, so máttu politiskar atgerðir gerast. Hann helt tað vera ógjørligt at gera serligar kvinnuloysnir við tí mátanum, sum man forhandlar í almenna geiranum. Hann helt, at samfelagið átti at taka viðábyrgd fyri at loysa trupulleikan. Vit verða noydd at innloysa tað skuldarprógv, sum kvinnurnar hava havt liggjandi frá samfelagnum í nógv ár, segði hann tá.

 

Nýggjur javnstøðupolitikkur

 

Tað hevur týdning at gera upp við siðbundnu fatanina av, at mansarbeiði hevur størri virði enn kvinnuarbeiði. Eitt er, at tit, sum arbeiða siðbundið kvinnuarbeiði sjálvar duga at síggja virði á arbeiðinum, tit gera. Tað hevur ógvuliga stóran týdning, tí annars hevði ongin broyting komið í heila tikið. Hinvegin er tað ikki nóg mikið, tí tað er alneyðugt, at tað verða gjørdar broytingar á politiska pallinum, sum tað td. hevur verið gjørt í Íslandi fyri at minka um lønargjónna millum kynini.

Í 1977 samdust arbeiðarafeløgini við arbeiðsgevararnar um, at lønin hjá kvinnum skuldi hækkast stigvíst, til hon at enda var ájøvn við lønina hjá monnum. Tað var hon so í 1981, men kortini hava vit ikki enn veruliga líkaløn.

Og tað er avgjørt ikki nøkur løtt uppgáva at arbeiða við at áseta virði av arbeiði: vit hava kynsuppbýttan arbeiðsmarknað, sum kann gera tað trupult at samanbera arbeiði, vit hava býti millum alment og privat, har privati arbeiðsgevarin er fríari stillaður at bjóða ymsar lønarpakkar, sum kann gera tað trupult at gjøgnumskoða, hvat hvør einstakur tjenar, og hvussu skalt tú samanbera skiftivaktir, og tað at arbeiða dag- og kvøld og nátt?

Tað er ein trupul spurningur, sum vit millum annað sóu koma fram, tá ið námsfrøðingarnir fóru í verkfall. Hvør eigur størri lønina, hon, sum hevur útbúgving, ella hon, sum hevur fleiri royndir? Men at tað letur seg gera, síggja vit dømi um úr Íslandi.

Fíggjarmálaráðið hevur sett ein lønarbólk niður, sum m.a. skal kanna og koma við einum áliti um virði á arbeiði. Tað keðiliga er, at hesin lønarbólkur ongan veg er komin, so her mugu fakfeløgini streingja á fyri at fáa hann at fara til verka. Tað hevur eisini týdning, at landsins myndugleikar skilja, at tað kann fara at fáa vanlukkuligar fylgjur fyri arbeiðið á heilsu- og sosialøkinum, um hetta ikki verður tikið í álvara. Fólk fara at orka minni, missa gleðina við arbeiðinum, og ung fólk fara ikki at verða freistað at taka eitt slíkt arbeiðið upp á seg.

Tað var ógvuliga greitt í seinastu verkføllunum, at júst hetta var ein av høvuðsspurningunum: at kvinnur vildu virðismetast fyri sítt arbeiði, og virði av arbeiði í okkara samfelag er, sum vit øll vita, ásett við løn.

Í staðin hoyra vit, tá ið verkfall eru innan hesi øki, at nú seta sjúkrarøktarfrøðingar ella námsfrøðingar okkum øll í stóran vanda. Men um so er, at hesi arbeiðini innan tænastuvinnuna eru so týðandi, at vit beinleiðis eru í vanda, so er tíð uppá at gera broytingar og seta virðini upp.

Men tað hendir tað øvuta: Lønarbólkurin liggur stillur, og í staðin hevur pedagogverkfallið havt við sær, at politiski myndugleikin roynir at avmarka verkfalsmøguleikarnar, og hetta er alt ávirkað av stýringsamboðinum New Public Management. Har alt skal ganga eftir eini snórabeinari linju. Hví tosa tey ikki heldur um eitt niðurpínt heilsuverk, soppafongdar bústovnar og annað mangt? Tey, sum fylgja við í verkfalssamráðingunum í Danmark vita, at júst tað sama hendir har. Her skulu fakfeløgini dragast upp á tráð í navni heilaga New Public Management.

Onkur glotti er: Eyðgunn Samuelsen úr Almannamálaráðnum hevur lagt fram álit um javnstøðupolitikk, har eitt av fokusøkjunum er arbeiðsmarknaðurin. Eitt av málinum, ið arbeiðast skal við, er júst kynsuppbýtti arbeiðsmarknaðurin og lønarspurningurin, har gjógvin millum lønina hjá monnum og kvinnum vegna kyn má fáast av vegnum. Men tað krevst, at tit sum fakfeløg fylgja við og streingja á, so at ongin sleppur at doyggja í syndini!

Júst hetta at arbeiða við fakfelagsspurningum er av stórum týdningi, um nakað skal broytast í lønar- og arbeiðsviðurskiftum, tað eru tit, sum skulu leggja trýst á og fylgja við arbeiðinum í lønarbólkinum og síggja til, at ætlaðu átøkini í nýggja javnstøðupolitikkinum fara í gongd og verða gjøgnumførd. Og júst tí er tað so ómetaliga týdningarmikið, at vit eisini fáa fleiri kvinnur at stilla upp til kommunuval og løgtingsval. Tí tað eru vit kvinnur, sum fyrst og fremst merkja sviðan av ikki at verða virðismettar á jøvnum føtum við menn.