Mær dámar væl ábyrgdina í yrkinum

Sunnudagin 26. novembur er evropeiskur heilsurøktaradagur. Í tí sambandi varpar Heilsurøktarafelagið ljós á yrkið við at lata heilsurøktarar á ymsum økjum í fakinum, siga frá fakliga stoltleikanum. Joan Rosenmejer Mikkelsen arbeiðir í eldrarøktini.

Soleiðis greiðir Joan frá heilsurøktarayrkinum:

"Mær dámar væl ábyrgdina í yrkinum; at geva heilivág og observera. Her eisini góđ sparring millum fakbólkarnar. Eg vil tó siga, at tađ sum er avgerđandi í arbeiđinum er tíđin. At hava góđa tíđ hjá brúkaranum. Tađ er gevandi, at tađ eru dagar, har tú kemur rundan um allan persónin, tí tú hevur stundir til tađ. Eisini at hava tíđ til prát, sum tekur útgangsstøđi í brúkaranum sjálvum, er nakađ av tí, sum ger, at eg veit, at eg havi gjørt mun fyri eitt annađ menniskja."