Samlagstrygging

Samlagstrygging við deyða og hættisliga sjúku

Hjá fastløntum verður samlagstryggingargjaldið à 190 kr. tikið av eftirlønargjaldinum sjálvvirkandi, so hesi eru tryggjað uttan at gera nakað.

Tímalønt, limir í farloyvi og lesandi kunnu rinda samlagstryggingargjaldið à 190 kr. til Heilsurøktarafelagið og harvið verða tryggjað. Ring og hoyr nærri.

 

Við deyða
Við deyða áðrenn fylta 67. ár verður útgoldið soleiðis:

Limir, ið eru til og við 49 ár           kr. 800.000

Limir, ið eru 50 - 59 ár                       kr. 675.000

Limir, ið eru 60 - 66 ár                      kr. 550.000

 

Ávísar hættisligar sjúkur
Samlagstryggingin fevnir eisini um upphædd í sambandi við ávísar hættisligar sjúkur, sambært tryggingartreytum fyri ávísar hættisligar sjúkur dagfestar 01.01.2016 

Sí treytirnar her: Tryggingartreytir Ávísar Hættisligar Sjúkur 1.1.2016.pdf

Karenstíð: Limur skal hava verið við í samlagstryggingini í 1 mánað, áðrenn hesin hevur rætt til útgjald í sambandi við ávísa hættisliga sjúku.

Tryggingarupphædd í sambandi við ávísa hættisliga sjúku hjá limi er                       kr. 150.000

Tryggingarupphædd í sambandi við ávísa hættisliga sjúku hjá barni er                     kr. 100.000

 

Møguligt útgjald í sambandi við hættisliga sjúku verður mótroknað í veitingini við deyða, um limurin doyr, áðrenn 3 mánaðir eru lidnir frá tí degi, sjúkan varð staðfest, sí § 4 í tryggingartreytunum fyri ”hættisliga sjúku”.

 

Tryggingarnar eru teknaðar hjá LÍV.