Samlagstrygging
Samlagstrygging við deyða og hættisliga sjúku
Hjá fastløntum verður samlagstryggingargjaldið à 190 kr. tikið av eftirlønargjaldinum sjálvvirkandi, so hesi eru tryggjað uttan at gera nakað.
Tímalønt, limir í farloyvi og lesandi kunnu rinda samlagstryggingargjaldið à 190 kr. til Heilsurøktarafelagið og harvið verða tryggjað. Ring og hoyr nærri.
Við deyða
Við deyða áðrenn fylta 67. ár verður útgoldið soleiðis:
Limir, ið eru til og við 49 ár kr. 800.000
Limir, ið eru 50 - 59 ár kr. 675.000
Limir, ið eru 60 - 66 ár kr. 550.000
Ávísar hættisligar sjúkur
Samlagstryggingin fevnir eisini um upphædd í sambandi við ávísar hættisligar sjúkur, sambært tryggingartreytum fyri ávísar hættisligar sjúkur dagfestar 01.01.2016
Sí treytirnar her: Tryggingartreytir Ávísar Hættisligar Sjúkur 01.01.2020
Karenstíð: Limur skal hava verið við í samlagstryggingini í 1 mánað, áðrenn hesin hevur rætt til útgjald í sambandi við ávísa hættisliga sjúku.
Tryggingarupphædd í sambandi við ávísa hættisliga sjúku hjá limi er kr. 150.000
Tryggingarupphædd í sambandi við ávísa hættisliga sjúku hjá barni er kr. 100.000
Møguligt útgjald í sambandi við hættisliga sjúku verður mótroknað í veitingini við deyða, um limurin doyr, áðrenn 3 mánaðir eru lidnir frá tí degi, sjúkan varð staðfest, sí § 4 í tryggingartreytunum fyri ”hættisliga sjúku”.
Tryggingarnar eru teknaðar hjá LÍV.