Limaviðurskifti

Vælkomin

Sum limur í Heilsurøktarafelagnum ert tú við til at tryggja, at felagið kann hava eitt skrivstovuhald. Somuleiðis kanst tú á hvørjum ári velja limir í nevndina ella sjálv/ur stilla upp við tí fyri eyga at arbeiða við einum hvørjum máli, tú brennur fyri! Nevndarfundur er umleið eina ferð um mánaðin.

Fakfelagsarbeiði
Arbeiðið hjá Heilsurøktarafelagnum fevnir breitt. Vit hjálpa tær at kanna setanarskrivið og lønarviðurskifti, ráðgeva í uppsagnarmálum og í sambandi við sjúkrafráveru/arbeiðsskaða, arbeiða við at menna útbúgvingina til heilsurøktara og at betra um lønar- og sáttmálaviðurskifti og samstarva við fakfeløg í Føroyum og uttanlands. Heilsurøktarafelagið varpar ljós á viðurskifti, sum á ein hvønn hátt viðkoma okkara fakbólkum, og vit eru í støðugum samskifti við arbeiðspláss og stovnar, sum varða av limum okkara.

Skeiðsverksemi
Heilsurøktarafelagið skipar fyri skeiðum fyri limirnar. Skeiðini verða lýst á heimasíðuni.

Samráðingar
Heilsurøktarafelagið samráðist við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um lønirnar og sáttmála- og arbeiðsviðurskiftini hjá limum okkara.

Jákupsstova
Fakfelagshúsið hjá Heilsurøktarafelagnum er í J. Paturssonar gøtu 24 . Tá ið skrivstovan er opin, eru limir vælkomnir inn at lesa føroysku dagbløðini og útlendsku fakbløðini.

Álitisfólk
Álitisfólkini kring landið skulu virka fyri best møguligum samarbeiði starvsfólkanna og leiðslunnar millum. Somuleiðis skulu tey vera við til at tryggja, at lógir og reglur á arbeiðsplássinum verða fylgdar. Álitisfólkini svara lønar- og sáttmálaspurningum, ráðgeva limum, viðgera mál og fara víðari til felagið við teimum, um tey meta orsøk vera til tess. Tvær ferðir um árið er álitisfólkafundur.