Limafundur um gongdina í sáttmálasamráðingunum

Sáttmálin hjá Heilsurøktarafelagnum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið gekk út 1. oktobur í fjør, og seinasta hálva árið hava vit samráðst um lønar- og sáttmálaviðurskifti okkara. Enn er tó eingin semja komin á borðið, og fyri at kunna limir felagsins um gongdina og umrøða møgulig átøk, hevur nevndin gjørt av at hava limafund í veitsluhøllini hjá Starvsmannafelagnum, J.H. Schrøtersgøtu 9,  í morgin, hósdagin 22. novembur kl 17.00.

Við fakfelagskvøðu,

Nevndin í Heilsurøktarafelagnum.