Limafundir í viku 9

Hesa vikuna skipar nevndin í Heilsurøktarafelagnum fyri limafundum ymsastaðni í landinum. Tað verður tann 26. og 28. februar og 2. mars. Vit byrja í Klaksvík mánakvøldið kl 19.00, har vit hittast í Dagtilhaldinum Sóljuni á Heiminum við Vágna. Mikudagin gongur leiðin til Havnar, har vit verða at hitta í Virkisstovuni á Boðanesheiminum kl 16.00 og vit enda í Vági, har fundur verður á Hamragarði kl 16.00. Fundirnir eru fyri allar limir felagsins. Vit hava heilsurøktaranálir við til teirra, sum hava biðið um nál.

Vit gleða okkum at hitta tykkum til eitt prát um sáttmálasamráðingar. Felagið bjóðar te/kaffi og smákøkur.