Limafundir í januar

Til allar limir í Heilsurøktarafelagnum!


Limafundir verða í januarmánaða, har vit koma at greiða frá nýggju semjuni. Vit byrja við einum fundi í Bovlinghøllini í Leirvík, týsdagin 15. januar kl. 16.30 við einum góðum drekkamunni. Kl. 17.00 fara Rakul í Gerðinum, forkvinna, og Tróndur Hentze Sørensen, búskaparfrøðingur, at greiða frá og svara spurningum.
Næsti fundur verður í suðuroy seinni í mánaðinum. Neyvari tíð og stað eru ikki avgjørd enn.

Vit gleða okkum at hitta tykkum og vóna, at tit møta fjølment!


Nevndin