Latið heilsurøktaran fáa frið at arbeiða

Latið heilsurøktaran fáa frið at arbeiða

Heilsurøktarafelagið harmast viðgerðina, ið málið um starvssetanina í økistænastuni í Sandoy hevur fingið. Funnist verður at, at leiðarin ikki er sjúkrarøktarfrøðingur men heilsurøktari.

Eftir okkara tykki er málið illa lýst - millum annað tí kringvarpið ikki hevur upplýst, at helvtin av settu økisleiðarunum í Føroyum als ikki er sjúkrarøktarfrøðingar, men hevur aðrar útbúgvingar.

Fyrsta januar í ár yvirtóku kommunurnar eldraøkið frá landinum. Í hesum sambandi vórðu átta økissamstørv stovnað: Suðuroy, Sandoy, Vágar, Norðuroyggjar, VEKS, Fuglafjarðar- og Eysturkommuna, Skálafjarðarsamstarvið og Tórshavnar kommuna. Í fýra út av hesum átta kommunalu samstørvunum eru sjúkrarøktarfrøðingar settir sum leiðarar. Í hinum eru leiðarar við øðrum fakligum førleikum settir.

Forkvinnan hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum førdi í tíðindunum í gjár fram, at sjúkrarøktarfrøðingar kunnu koma at standa í eini tvístøðu, tá persónur við lægri útbúgving enn tær, er leiðari - hetta orsakað av loyalitetsskyldu! At hugsa, at ein heilsurøktari, sum er leiðari, skal kunna finna uppá at geva einum sjúkrarøktarfrøðingi ordrar til at útføra okkurt, sum kann gera, at autorisatiónin hjá sjúkrarøktarfrøðinginum kemur í vanda, er óseriøst og ljótt. Slíkt sáar ógrundaðan iva um leiðsluførleikarnar hjá øllum á eldraøkinum, ið ikki eru sjúkrarøktarfrøðingar. Somuleiðis er hetta tekin upp á manglandi vitan um fakligu førleikarnar hjá heilsurøktarum, sum annars eisini hava autorisatión.

Í úttalilsi fyri Skopunar kommunu leggur Bjørn á Heygum, advokatur, dent á, at persónligir og fakligir førleikar eru samanhildnir soleiðis, at tað eru samlaðu kvalifikatiónirnar, sum hava verið avgerðandi fyri, hvør bleiv settur í starv. Tí kann ein starvssetan av einum persóni við sonevndari »lægri fakligari kompentencu« saktans forsvarast við støði í áðurnevndu samlaðu førleikum at vera leiðari á einum stovni.

Heilsurøktarafelagið ivast ikki í, at Randarsól Kristiansen er væl skikkað til starvið sum økisleiðari í Sandoyar sýslu. Vónandi fær hon nú frið at skína.