Læknaváttan 3. sjúkradag

Økt sjúkrafrávera førdi til herd krøv um váttan av sjúku.

Heilsurøktarafelagið sendi í 2017 eina kæru til Løgtingsins umboðsmann (LUM) um, at Stýrið fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroy (SBH) setti í verk serliga fastar reglur um læknaváttan fyri starvsfólk síni.

Í niðurstøðuni hjá umboðsmanninum, sum nú er gjørd, fær Heilsurøktarafelagið viðhald, og SBH verður biðið um at taka fyriskipanina upp til nýggja viðgerð, og lata LUM frætta, hvat víðari hendir í málinum.

Málið snýr seg um, at SBH hin 3. juli í 2017 boðar starvsfólkunum frá, at frá 5. juli skulu øll starvsfólk koma við læknaváttan, tá tey hava verið sjúk í tveir dagar. Orsøkin sigst vera, at sjúkrafráveran er nógv økt, og tí metir Stýrið fyri tænastuna, at neyðugt er at seta hetta í verk.

Løgtingsins umboðsmaður biðjur Stýrið fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroy taka fyriskipanina upp til nýggja viðgerð.

Uttan at greina fráveruna fyri at meta um orsøkina til høgu sjúkrafráveruna í SBH í 2017, setti stýrið í verk fyriskipan um at krevja læknaváttan eftir 2. sjúkradag hjá starvsfólkunum. Avgerðin byggir lutvíst á skeiva fatan av, hvørja siðvenju kommunurnar í Suðuroy hava á økinum, og starvsfólkaumboðini vóru heldur ikki tikin við í viðgerðina av støðuni og hvat var best at gera fyri at minka um sjúkrafráveruna.

Niðurstøðan verður tøk hjá áhugagum at lesa á heimasíðuni hjá Løgtingsins umboðsmanni www.lum.fo í næstum.

»Avgerðin varð harafturat grundað á høga sjúkrafráveru í eitt stutt tíðarskeið, og uttan neyva greining av orsøkunum til høgu sjúkrafráveruna og uttan umhugsni fyri, um onnur minni inntriv kundu bøtt upp á støðuna”, sigur Løgtingsins umboðsmaður m.a. í niðurstøðuni.