Kommunala Arbeiðagevarafelagið og Heilsurøktarafelagið gjørt sáttmála

Hósdagin 23. apríl 2015 skrivaðu Heilsurøktarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) undir sáttmála fyri limirnar í Heilsurøktarafelagnum, sum arbeiða á eldraøkinum.

Heilsurøktarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vóru samd um, at sáttmálarnir hjá KAF og Fíggjarmálaráðnum (FMR) skuldu vera eins, soleiðis at lønar- og arbeiðsviðurskiftini ásett á sáttmála skuldu vera eins fyri allar limirnar í Heilsurøktarafelagnum. Sáttmálarnir við KAF og FMR ganga út 1. oktobur 2015.