Kanning av arbeiðsumhvørvinum

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu er farin undir eina verkætlan, har tey kanna arbeiðsumhvørvið hjá øllum føroyingum eldri enn 18 ár.
Úrslitini verða til gagns fyri einstaka arbeiðstakaran, arbeiðsgevaran og teir myndugleikar, ið hava ábyrgd av og eftirlit við arbeiðsumhvørvinum hjá føroyingum.

Til ber at svara spurningunum her. Tað tekur bara uml 30 minuttir at svara.