Ítøkilig uppskot til nývalda løgtingið

Ítøkilig uppskot til nývalda løgtingið

Til lukku øll tit, sum komandi valskeið skulu stjórna landinum.

Heilsurøktarafelagið vil við hesum vísa nývaldu løgtingsfólkunum á, hvat vit halda hevur týdning at raðfesta komandi árini.

Sáttmálasamráðingar
Tann 1. oktobur 2015 gongur sáttmálin hjá Heilsurøktarafelagnum við Fíggjarmálaráðið út. Okkara ynski er, at nýggja landsstýrið vísir áhuga fyri samráðingarpørtunum, og at vit fara at síggja politiskan vilja til veruligar samráðingar um arbeiðs- og lønarviðurskifti. Uttan neyðuga fígging ber ikki til at betra um viðurskifti sum t.d. arbeiðstíð, pensjón, álitisfólkaarbeiði og løn.

Eldraøkið
Um grundleggjandi vælferðartænastur skulu halda fram at virka og mennast og á summum økjum eisini víðkast, so er neyðugt at uppraðfesta ávís øki.

Á eldraøkinum hava vit seinastu árini verið vitni til, at fleiri praktiskar uppgávur eru lagdar á røktarstarvsfólkini. Heilsurøktarar vísa á, at tað kann vera trupult at taka atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt borgarans, tá ið tað hvønn dag knípir við tíðini. Hetta merkir m.a., at heilsurøktarar hava minni tíð at stuðla fólki í at vera so virkin sum gjørligt, soleiðis at førleikar og sansir verða varðveittir sum longst, og at tíðin til at skapa innihald í gerandisdegnum verður sera avmarkað.

Í trivnaðarkanning, sum Heilsurøktarafelagið lat gera um ársskiftið 2013/2014, svaraðu 56 prosent av limunum, at teir høvdu ringa samvitsku av ikki at fáa gjørt alt tað, teir skuldu gera á arbeiðsplássinum. Ikki færri enn 43 prosent av limunum upplýstu, at teir eru til arbeiðis eina løtu eyka, tá vaktin er liðug, so allar uppgávur kunnu avgreiðast – fyri onga løn. 

Áðrenn kommunurnar yvirtóku eldraøkið 1. januar 2015, gjørdi Heilsurøktarafelagið í hoyringsskrivi til Almannamálaráðið vart við, at eldraøkið var niðurraðfest, og at starvsfólkini vóru sperd. Vónandi tekur løgtingið hetta í álvara og tryggjar neyðuga peningin til eldraøkið.

Sjúkrahúsini
Serliga Landssjúkrahúsið hevur seinastu árini merkt sviðan av sparingum, øktum útreiðslum til heilivág og vantandi serlæknum. Eins og onnur hava víst á, saknar Heilsurøktarafelagið eina greiða ætlan á sjúkrahúsøkinum. At avgerð verður tikin um, hvat virksemi skal vera á hvørjum sjúkrahúsi, og at langtíðarætlanir verða lagdar. Í hesum virksemi eiga førleikarnir hjá heilsurøktarunum eisini at blíva gagnnýttir til fulnar.

Heilsurøktarafelagið hevur í fleiri ár víst á, hvussu heilsurøktarar við teirra fakliga íkasti eru við til at hækka dygdina á sjúkrahúsunum. Heilsurøktarar arbeiða heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi, og teir aktivera sjúklingin, sum hóast sjúku hevur fyri neyðini at vera so virkin sum gjørligt. Heilsurøktarar veita grundleggjandi sjúkrarøkt og arbeiða við endurmenning. Somuleiðis eru førleikarnir at eygleiða, vegleiða og at leiða tilgongdir góðir. Á vælvirkandi sjúkrahúsum eru millum annað hesir førleikar neyðugir, fyri at sjúklingar kunnu fáa sum mest burturúr viðgerðunum.

Psykiatri
Heilsurøktarafelagið gjørdi í oktobur 2014 vart við, at vit ikki kundu góðtaka hópuppsagnir í einum parti av psykiatriska deplinum, samstundis sum depilin brúkar milliónir av krónum upp á tímalønt starvsfólk. Psykiatriin má raðfestast soleiðis, at depilin kann hava neyðuga talið av føstum starvsfólki á deildunum og í ambulantu tilboðunum. Ov nógv tímalønt fólk gera tað trupult at veita góða og samanhangandi røkt til sjúklingar. Somuleiðis krevst ein stabil arbeiðsmegi at skapa eitt mennandi og fakligt umhvørvi á einum arbeiðsplássi.  

Trivnaðarøkið                                                                                                                                        
Ynskiligt er, at arbeiðið at orða ein tænastupolitikk heldur fram. Heilsurøktarafelagið heldur, at tað er neyðugt at fáa staðfest, hvørji tilboð og hvørjar tænastur fólk við serligum tørvi hava krav uppá, millum annað í mun til bústað, røkt, umsorgan og viðgerð.

Førleikamenning
Saman við øðrum hevur Heilsurøktarafelagið gjørt vart við, at vit ynskja skipaðar skeiðs- og eftirútbúgvingarmøguleikar fyri heilsustarvsfólk í Føroym. Tørvurin á førleikamenning er støðugur. Nýggj tøkni og nýggir røktar- og viðgerðarhættir verða allatíðina mentir. At fáa nýggjastu vitanina og at kunna deila vitan og læra av arbeiðsroyndunum hjá hvørjum øðrum, økir ikki bara um fakliga stigið, men skapar eisini arbeiðsgleði og motivatión í arbeiðinum.

Heilsurøktarafelagið heitir á løgtingið:

um at vísa vilja til veruligar samráðingar og fígging til úrslitini av sáttmálasamráðingunum
um at veita neyðuga fígging til eldraøkið, soleiðis at økið aftur kann uppraðfestast
um at gera eina greiða ætlan fyri sjúkrahúsini og fremja hana í verki
um at uppraðfesta psykiatriina
um at halda fram við arbeiðinum at orða ein tænastupolitikk
um at raðfesta skeið og eftirútbúgvingar til heilsustarvsfó0lk, og at veita skúlum og stovnum serstaka játtan til hetta.

Tað er okkara inniliga áheitan, at uppskotini síggjast aftur í einum komandi samgonguskjali.

Vegna nevndina í Heilsurøktarafelagnum

Majbritt Mohr, forkvinna