Høvd, hendur og hjarta

Í morgin er evropeiskur heilsurøktaradagur, og tað er ymiskt, hvussu londini markera dagin. Heilsurøktarafelagið varpar ljós á fakliga stoltleikan við at lata heilsurøktarar siga frá:

Anna Petra Winther er heilsurøktari og demenssamskipari í eldraøkinum. Hon greiđir frá, at sum heilsurøktari arbeiđir tú viđ høvdi, hondum og hjarta. Viđ tí breiđu vitan tú hevur ognađ tær gjøgnum útbúgvingina, ert tú før fyri at observera broytingar í heilsustøđuni hjá brúkaranum, sum tú síđani handlar uppá. Viđ hondunum hevur tú dagligu kontaktina viđ brúkaran og røkir tær mongu praktisku uppgávurnar. Viđ hjartanun setir tú teg inn í støđuna hjá teimum, tú skalt vera um, tí tađ hevur so nógv at siga, at vit eru góđ viđ búfólkini.