Høli til leigu í Havn

Eitt høli er tøkt at leiga hjá Heilsurøktarafelagnum frá 1. sept. í ár. Talan er um eitt 12 fermetrar stórt rúm við goymslurúmi á 3 fermetrar í miðhæddini í Jákupsstovu, J. Paturssonargøtu 24 í Havn. Rúmið er væl egnað til eitt nú terapi og til skrivstovu.

Húsini standa væl fyri í hugnaligum umhvørvi mitt í býnum.

Leigarar hava atgongd til fundarhølið og køkin í húsinum. Umframt Heilsurøktarafelagið, húsast eisini onnur fakfeløg og vinnurekandi í Jákupsstovu.

Til ber hjá áhugaðum at kunna seg nærri við at ringja á tlf 315670 og 515670 ella skriva til okkara á heilsurokt@gmail.com