Høli til leigu

Eitt høli er tøkt at leiga hjá Heilsurøktarafelagnum frá 1. des. í ár. Talan er um eitt 12,8 fermetrar stórt rúm í miðhæddini í Jákupsstovu, J. Paturssonargøtu 24 í Havn. Rúmið hevur áður verið nýtt til terapi og til skrivstovu.

Húsini standa væl fyri í hugnaligum umhvørvi mitt í býnum.

Leigarar hava atgongd til fundarhølið og køkin í húsinum. Umframt Heilsurøktarafelagið, húsast eisini onnur fakfeløg og vinnurekandi í Jákupsstovu.

Til ber hjá áhugaðum at kunna seg nærri við at ringja á tlf 315670 og 515670 ella skriva til okkara á heilsurokt@gmail.com