Hjartans tøkk

Eg takki hjartaliga øllum limum í Heilsurøktarafelagnum!

Tit ganga fremst í stríðnum móti koronusmittuni.

Tit eru tey, sum ikki kunnu vera send heim, júst fyri at forða smittuni í at spjaða seg. Tí tað er tykkum, okkara samfelag hevur einamest brúk fyri nú.

Tað er tykkum, vit hava brúk fyri úti á deildunum, heimunum og stovnunum hjá landi og kommunum.

Tað eru tit, sum til dagligt eru um okkara mest viðbreknu samfelagsborgarar. Og tað eru tit, sum eisini nú, skulu verja tey ímóti hesi smittuni, sum er so vandamikil fyri tey við veikari immunverju.

Tit geva so ómetaliga nógv av tykkum sjálvum í tykkara dagliga yrki. Og tit uppgeva so mikið nógv meira av tykkum sjálvum í hesi krepputíð.

Tit skulu brádliga umstilla tykkum til eina heilt nýggja og øðrvísi arbeiðsætlan, tit skulu kanska arbeiða longri vaktir, tit hava væl minni kontakt við tykkara starvsfelagar og tey, tit vanliga eru um. Tit hava samband við nógv færri fólk enn fyrr, og nógv tykkara hava ikki møguleika at síggja tykkara familju - tykkara børn - teir tímarnar á degnum, tit hava frí.

Tað eru treytirnar beint nú, tí tit hava serliga stóra orsøk til at vera ansin, fyri ikki at bera smittuna ímillum fólk í tykkara privatlívi og fólk í tykkara arbeiðslívi.

Støðan er óvanlig og tað fer hon kanska at vera í rúma tíð afturat. Tað hevur tær avleiðingar við sær, at okkara væl skipaði arbeiðsmarknaður verður skeiklaður ein løtu. Tí nú hevur tað fremstu raðfesting fyri øll fólk, at tálma smittuspjaðingini, og tað merkist serliga nógv hjá heilsustarvsfólkum. Avleiðingunum av hesi heilsukreppuni, sum viðvíkja arbeiðstíð, løn og líknandi, arbeiða vit í felagnum fyri at gera so tolandi fyri tykkum, sum gjørligt.

Takk fyri, at tit gera tað, tit duga best! Tað hevur kanska ongantíð verið størri tørvur á tykkara fakligheit enn beint nú. Tit hava kent tykkara virði frá fyrsta degi, men nú kenna øll tykkara virði.

Tit eru tey, sum halda høvdið kalt og hjartað heitt.  

Hjartans tøkk.

Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum