Her er nýggja semjan

Semja millum Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið


1. Lønarhækkan
Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019. Semjan byggir á ein samlaðan 2 ára karm, sum er 5,4%.


2. Lønarflokkingar:
Broyting:
Frá 1. okt. 2017 gongur røktarheimsassistentur stigini 18 – 23.
1.okt. 2018 kemur eitt eyka stig 24 inn, sum merkir, at heilsurøktarar o.o., ið hava staðið meira enn 2 ár á stig 23 verða flutt á stig 24.
Heilsurøktarar, ið vórðu á endastigi sum heilsuhjálparar, áðrenn teir nomu sær útbúgving sum heilsurøktarar, skulu við setan eftir lokna útbúgving verða settir á núgaldandi stig 19, t.v.s., at tey leypa tað fyrsta stigið á stiganum um.
Deildarleiðarar.
Flokking av deildarleiðarum galdandi frá 1. okt. 2017:
Deildarleiðari 1: stig 36
Deildarleiðari 2: stig 38
Deildarleiðarar sum fram til 1. okt. 2017 vóru í bólkinum deildarleiðari 1, verða løntir eftir stig 36. Deildarleiðarar, sum fram til 1. okt. 2017 vóru í bólkinum deildarleiðari 2, verða løntir eftir stig 38.


3. Frítíðarlegugjald í § 5 um viðbøtur
Nýggj orðing:
Tá ið starvsfólk luttaka á summarfrítíðarlegu við búfólkum/sjúklingum verður veitt eitt legugjald uppá kr. 275 fyri yrkadagar og kr. 550 fyri sunnu- og halgidagar. Tíðin verður uppgjørd soleiðis: Undir hálvt samdøgur er hálvt gjald og yvir hálvt samdøgur er fult gjald. Gjaldið hoyri til tað samdøgrið, har flest tímar liggja. Løn verður latin, sum fyri vanligan arbeiðsdag, tó í mesta lagi upp til 8 tímar. Starvsfólk, sum vanliga arbeiða niðursetta tíð fáa eisini 8 tímar fyri legudag, tá legudagurin er 8 tímar. Treytin fyri at nýta hesa avtalu er, at talan er um eina frammanundan avtalaða avmarkaða tíð, og veruliga er talan um leguhald.


4. § 18 Barnsferð
Nýggj orðing:
Starvskvinna, ið er við barn, eigur at siga stovninum frá í minsta lagi 3 mánaðir fyri metta føðing.
Stk. 2. Starvskvinna, ið er við barn, hevur rætt til barsilsfarloyvi av viðgongu og barnsburði. Tá ið 4 vikur eru eftir til metta føðing, kann starvskvinnan fara úr arbeiði við løn fram til føðing. Eftir føðing fær starvskvinnan farloyvi við løn í 24 vikur. Barsilsfarloyvið við løn kann soleiðis vera bæði styttri og longri enn 28 vikur tilsamans, men eftir føðing eru altíð 24 vikur við løn.
Stk. 3. Prógvar starvskvinnan við læknaváttan, at hon er óarbeiðsfør meir enn 4 vikur undan mettari føðing, verður hetta roknað sum vanlig sjúka, og starvskvinnan hevur tá rætt til løn undir sjúku. Tá ið 4 vikur eru eftir til metta føðing, verður farið frá løn undir sjúku til barsilsfarloyvi við løn, sbr. stk. 2.
Stk. 4. Umframt nevndu sømdir kann starvskvinna fáa farloyvi við løn alla viðgongutíðina, um hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum.
Stk. 5. Frá 14. viku eftir føðing kunnu foreldrini býta rættin til barsilsfarloyvi við løn ímillum sín.
Stk. 6. Starvsfólk, ið ættleiða barn, hava rætt til fráveru við løn í upp til 4 vikur áðrenn, tey fáa barnið, og í 24 vikur tilsamans. Foreldrini kunnu býta rættin til fráveru við løn ímillum sín. Rætturin til fráveru við løn er treytaður av, at ættleiðingarmyndugleikin frammanundan hevur gjørt av, at foreldrini, annað ella bæði, skulu vera heima í samband við, at tey fáa barnið. Foreldrini kunnu ikki vera í farloyvi við løn samstundis eftir hesi grein.
Stk. 7. Umframt farloyvi nevnt í stk. 2-6, hava starvsfólk rætt til farloyvi við ongari løn og uttan at missa starvsaldur soleiðis, at samlaða farloyvistíðarskeiðið tilsamans er 52 vikur eftir føðing ella eftir, at tey hava fingið barnið. Tíðarskeiðini eru samanhangandi, og farloyvi eftir hesi grein skal vera avgreitt í seinasta lagi 52 vikur eftir føðing ella eftir, at tey hava fingið barnið.
Henda grein fær gildi frá í dag og er eisini galdandi fyri tær barnakonur, sum eru í barsilsfarloyvi við løn frá arbeiðsgevara.


5. Eftirløn fyri tímalønt arbeiði
Frá 1. januar 2019 verður eftirløn goldin av tímaløn. Eftirlønargjaldið fylgir bundna eftirlønargjaldinum, ið er ásett í § 2, stk. 1 í eftirlønarlógini (II. nr. 49/2013), p.t. 5%.


6. Protokollat
Í sáttmálaskeiðinum verður settur arbeiðsbólkur at kanna í hvønn mun tað er møguligt hjá heilsurøktarum at verða settir við hægri brøki/fullum setanarbrøki.
Sáttmálapartarnir eru samdir um at kanna møguleikarnar fyri fleiri heilsurøktarastørvum innan serøkið.
Lønartalvur og sáttmálar verða dagførd samsvarandi omanfyristandandi.


30. november 2018


Heilsurøktarafelagið

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Fíggjarmálaráðið