Heitar hendur fingið hægri virðing

Heitar hendur hava fingið hægri virðing millum danir. Umsorganarstarvsfólk svimja hvørki í pengum ella sjampanju. Harafturímóti er virðingin fyri teirra starvsøki vaksandi. Tað vísir ein nýggj kanning av, hvussu danir meta um 99 ymisk sløg av arbeiði.

Kanning vísir, at tað er hægri virðing millum fólk, í at vera ein av teimum við heitum hondum í dag, enn tað var fyri 10 árum síðani.

Ert tú ein av teimum alment settu, ið taka sær av sjúkum, førleikaskerdum, børnum ella gomlum? So kanst tú rætta ryggin, tí virðingin millum danir fyri tínum yrki veksur.

Tað vísir ein kanning, sum YouGov hevur gjørt fyri Ugebrevet A4, og er ein endurtøka av eini samsvarandi kanning frá 2006.

Í greiningini eru 2.020 danir bidnir um at svara fyri, hvussu høga virðing tey seta í samband við tilsamans 99 ymisk sløg av størvum. Hóast tú skalt vera flogskipari, lækni ella sakførari fyri at vera ovast á listanum, eru serliga sjúkrarøktarfrøðingar, sosialráðgevar og námsfrøðingar klatrað upp eftir virðislistanum.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir liggja nú á 23. plássi millum tey 99 sløgini av størvum og eru sostatt komin 6 pláss upp síðan 2006. Her kunnu tey sóla sær í viðurkenning millum løgreglufólk, filmsfotografar og akademikarar í tí almenna.

Longri niðri, sum nummar 58 av 99 finna vit námsfrøðingarnar, sum tó eisini eru klatrað 6 pláss upp eftir listanum og nú liggja lið um lið við bókavørðar, mekanikarar og bóndur.

Hægsta lopið upp eftir listanum hava tó sosialráðgevarnir gjørt, nú tey eru nummar 47 av 99. Tað eru 8 pláss hægri enn fyri 10 árum síðani. Sostatt eru sosialráðgevarnir ein av teimum yrkisbólkunum, ið hava hoppað longst upp eftir listanum.

Á 64. plássi eru heilsurøktarar í sjúkrahúsverkinum og nummar 76 eru heilsurøktarar á ellisheimum. Tað er, í hesum báðum starvsøkjunum hjá heilsurøktarum, 4 pláss hægri enn í fyrru kanningini.

Kelda: www.ugebreveta4.dk