Heimið Ísafold

Tá nevndin í Heilsurøktarafelagnum herfyri var á ráðstevnu í Íslandi varð eisini farið at vitja røktarheimið Ísafold í Garðabæ.

Hetta er eitt nýtt heim, sum bleiv tikið í nýtslu fyri tveimum árum síðani. Tað liggur í einum byggiøki við fjølbroyttum bústaðarmøguleikum, við eitt nú íbúðarbygningum til barnafamiljur, eldraíbúðum og røktarheimi. Vit fingu eina rundvísing frá leiðaranum á heiminum og føroyska sjúkrarøktarfrøðinginum, ið starvast har.

Heimið er skipað í seks búeindir í trimum hæddum, har tilsamans 60 fólk búgva á stórum kømrum, sum øll hava baðirúm og lítlan køk. Eisini var felagsrúm og køkur í hvørji búeind.

Á niðastu hædd vóru fysio- og ergoterapistova, fótarøkt og hárfríðkanarstova, umframt uppihalds- og hvílistova til pensjonistar, ið komu úr sínum egna heimi til dagtilhald, venjingar og at eta døgverða á Ísafold. Heimið var ógvuliga væl innrættað við alskyns hentleikum. Vakur havi var rundan um heimið og ein serligur havi var til húsfólkini við demens.

Nógv var gjørt fyri at fyribyrgja feilir og óhapp á tann hátt, at alt sum var skrásett, varð sett í sústem og gjøgnumgingið regluliga fyri at fáa eyga á mynstur í hendingunum, fyri síðani at rætta upp aftur sum skjótast.

Av tí at hugburðurin á Ísafold er tann, at húsfólkini skulu vera á heiminum í mest møguligan mun, so tey ikki ávirkast neiliga, av til dømis innleggingum á sjúkrahúsi, eru búfólkini til tíðir sera røktarkrevjandi. Nógv viðgerð og røkt verður givin á Ísafold, sum vit her heima einans geva á sjúkrahúsum. Men teirra royndir eru, at búfólkini koma skjótari fyri seg á henda hátt.  

Tann dagin vit vóru og vitjaðu var kvinnurenning og nógv varð gjørt burtur úr, við at pynta havan og fáa øll húsfólkini út, sum antin kundu ganga sjálvi ella við hjálp, tey við gangistativi og tey í koyristóli. So varð hitað upp, gingið og rullað til ta stóru gullmedaljuna.

Meira fæst at vita um Ísafold á heimasíðuni isafoldin.is