Heilsurøktarar minni arbeiðstíð og størri arbeiðsbyrði

Á pallborðsfundi hjá Heilsurøktarafelagnum mánakvøldið 2. juni 2014 á Hotel Hafnia kom fram, at nógvir heilsurøktarar arbeiða alsamt færri tímar, men mugu renna skjótari á sambýlum og røktarheimum, tí spart verður so nógv í eldrarøktini

Heilsurøktarafelagið skipaði fyri fundinum, tí nógvir av limunum á aðalfundinum í apríl settu spurnartekn við sínar arbeiðsumstøður. Flestu limirnir eru kvinnur, sum arbeiða niðursetta tíð, men mugu átaka sær uppgávur, sum av røttum ikki eru teirra.

Bara 15 prosent av teimum 325 limunum í Heilsurøktarafelagnum arbeiða fulla tíð. 65 prosent arbeiða 0,70 ella 0,75, og restin arbeiðir minni. Í mongum førum er orsøkin til niðursettu tíðina, at arbeiðið er ov strævið likamliga og sálarliga.

Í trivnaðarkanning, sum varð løgd fram á pallborðsfundinum, varð staðfest, at meðalaldurin hjá heilsurøktarum er høgur, 52,7 ár. Heili 200 av teimum 325 limunum eru 51 ár ella eldri.

Hóast fleiri heilsurøktarar kundu hugsað sær at arbeitt fulla tíð, tvs. átta tímar, sleppa teir hetta ikki og mugu arbeiða sjey tímar ella færri.

Grundlønin hjá einum heilsurøktara, sum arbeiðir fulla tíð, er 24,619 kr. Tann, sum arbeiðir 0,75, fær 6.155 kr. minni ella 18.464 kr. 

Vaktirnar kunnu mangan eisini vera bara fimm tímar, sum eru spjaddir á nógvar ymsar dagar, og við mongum stuttum arbeiðsdøgum hava starvsfólkini ikki møguleika til at arbeiða eyka aðrastaðni.

Á fleiri ellis- og røktarheimum eru reingeringin, køksstarvsfólkini og ítrivstilboðini skerd, og heilsurøktarar, sum eru útbúnir at veita dygga heilsu- og sjúkrarøkt, hava merkt, at trivnaðurin hjá bæði teimum sjálvum og búfólkunum er versnaður.

Kommunur lova bata
Majbritt Mohr, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum, vísti á pallborðsfundinum á, at sambýlir og røktarheim ofta brúka tímalønt og ófaklærd heldur enn at geva heilsurøktarum fleiri tímar. Hon spurdi, hví fólk skulu útbúgvast til heilsurøktarar, tá hetta er støðan.

Í pallborðinum vóru eisini Annika Olsen, landsstýriskvinna við almannamálum, og Magnus Rasmussen, næstformaður í Kommunufelagnum, sum samráðist við landið um at yvirtaka eldraøkið. Tey bæði vóru samd um at finna eina nøktandi loysn á málinum.

Magnus Rasmussen lovaði, at arbeiðsumstøðurnar hjá heilsurøktarunum skulu ikki versna, tá kommunurnar yvirtaka eldraøkið. Heldur fara tær at batna, segði hann, tí nærumhvørvini fara at vilja at gera alt fyri at skipa eldrarøktina so væl sum gjørligt.

Annika Olsen vísti á, at gjørd er ein rammulóg um eldraøkið, sum tryggjar grundleggjandi rættindini hjá teimum eldru, og hon undirstrikaði, at samlaða játtanin til eldraøkið er hækkað seinastu árini, og at skeivt tí bara er at tosa um skerjingar.

Maureen Augustinussen, heilsrøktari á Hamragarði í Vági, kendi ikki hendan veruleikan aftur, tí har hevur gingið skeivan veg, segði hon. Á Hamragarði vóru starvsfólkini fegin um umstøðurnar, men so loyptu sparingar ótta á øll, og enn er støðan ónøktandi.

Mia Pedersen, leiðari á Grønanesi og heimatænastuni í Vestmanna, segði seg vera nøgda við, hvussu tey hava skipað seg har. Fleirfakligt samstarv og fleksibilitetur eru lykilin til bestu úrslitini, segði hon og vísti á, at sjúkrafráveran í økinum er lítil.

Í trivnaðarkanningini hjá Heilsurøktarafelagnum vórðu limirnir spurdir, um teir høvdu ringa samvitsku av ikki at fáa gjørt alt tað, teir skuldu gera á arbeiðsplássinum. 56 prosent av limunum svaraðu, at hesum vóru teir meira ella minni samdir í.

Ikki færri enn 43 prosent av limunum upplýstu, at teir eru til arbeiðis eina løtu eyka, tá vaktin er liðug, so allar uppgávur kunnu avgreiðast – fyri onga løn.

Viðurskifti sum hesi fáa kommunurnar til uppgávu at bøta um, tá tær yvirtaka eldraøkið 1. januar í 2015.