Heilsurøktarar lokið prógv

Hósdagin var prógvhandan á Heilsuskúla Føroya. Tað vóru 17 næmingar, ið luku prógv á Heilsuskúlanum í gjár, 16 kvinnur og 1 maður.

Í hesum sambandi var hátíðarløta á skúlanum fyri nýggju heilsurøktarunum, har ið nógv fólk var komið saman at fagna teimum. Byrjað varð við einum felagssangi, síðani kom Elken Bech, lærari á Heilsuskúlanum, sum hevur verið samskipari hjá hesum flokkinum, at halda eina røðu, og eftir hana var tað Jórun Petersen, leiðari á Heilsuskúlanum, ið takkaði teimum fyri tíðina.

Síðani vóru prógvini handað, umframt rósa frá Heilsuskúlanum og gáva frá Heilsurøktarafelagnum. Eftir hetta kom Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum at bera komandi limunum í felagnum eina heilsan. Anna Petra Winther var hin síðsta á røðarapallinum, umboðandi fegnu nýggju heilsurøktararnar, sum endaðu løtuna við at syngja ein sang saman við okkum øllum, sum tey sjálvi høvdu gjørt. Á baksíðuni á arkinum við sanginum, sum var deildur út til tey, ið vóru komin saman til hátíðarløtuna, var ein tekning, sum ímyndar heilsurøktaran, ið arbeiðir við høvdi, hjarta og hondum. Tað er ein av næmingunum, ið hevur teknað.

Flestu næmingarnir, sum vóru útbúnir heilsurøktarar í gjár, høvdu húgvur og tað er fyrstu ferð vit síggja húgvur á heilsuskúlanum, sum vit annars kenna frá miðnámsútbúgvingunum og øðrum yrkisútbúgvingum.

At enda var ábit í hugnaligu kantinu skúlans.

Heilsurøktarafelagið ynskir nýggju heilsurøktarunum hjartaliga til lukku og allar bestu eydnu framyvir.

Tey seytjan eru: Jónfríð Ovadóttir Borgardal Tvøroyri, Durita Vest Klaksvík, Sólgerð á Reynatrøð Leirvík, Vivian Kjærbo Vágur, Anna Petra Aagaard Winther Tórshavn, Siri Sigurdsdóttir Vágur, Lovisa við Kykslið Klaksvík og Evi Virgarsdóttir Eiði, Anna Ørvarodd Hentze Trongisvágur, Helga S. Mikkelsen Norðragøta, Sára Joensen Tvøroyri, Ann Sofía Gullstein Syðrugøta, Allan B. Finnsson Porkeri, Axelina Jacobsen Norðskála, Sarina Thomsen Vágur og Fríðgerð W. Finnsdóttir Tórshavn. Meriam Yacob Norðragøtu vantar á myndini.