Heilsurøktarar í SMS

Hósdagin 3. novembur er møguleiki at hitta heilsurøktarar á Torginum í SMS har vit bjóða okkum til at máta blóðtrýst og blóðsukur hjá vitjandi í SMS.

Seinastu mongu árini hevur Heilsurøktarafelagið havt ein bás á Torginum í SMS um heystið, har vit varpa ljós á okkara fak og yrki.

Vit síggjast á Torginum í SMS kl 10.00 – 18.00