Heilsurøktarar í serligum viðtalutoymi

Psykiatriski depilin í Tórshavn hevur eitt oligofrenipsykiatri viðtalutoymi. Oligofrenipsykiatri viðtalutoymið er eitt serligt tilboð til fólk við menningartarni og sálarligum trupulleikum. Toymið hevur millum annað viðtalu og samrøður við sjúklingar og teirra familjur og starvsfólk á bústovnunum. Oligofrenipsykiatri viðtalutoymið undirvísir sjúklingum, starvsfólki og avvarðandi og samstarvar við yvirlæknan á deplinum og danskan konsulent.

Heilsurøktararnir Vibeke Ingvarsson og Eghild Poulsen eru í oligofrenitoyminum. Danska blaðið Omhu hevði viðtalu við tær báðar í heyst. Les meira á síðu 12 og 13 í blaðnum.