Heilsurøktarar á heilivágsskeiði

Mynd av skeiðsluttakarunum á heilivágsskeiðnum á Heilsuskúla Føroya

Heilsuskúli Føroya hevur saman við heilsuskúla í Aabenraa skipað fyri heilivágsskeiði fyri heilsurøktarar.

Frá 29. februar til og við 4. mars 2016 var skeið fyri 30 heilsurøktarum hildið í Havn og frá 7. mars til og við 11. mars var skeið fyri 25 heilsurøktarum hildið í Suðuroy.

Undirvísarar vóru Helle Kloth, sjúkrarøktarfrøðingur og undirvísari og Tina H. Skafte, leiðari á Social- og sundhedsskolen í Aabenraa.

Skeiðið er tað sama medicinskeiðið, ið hevur verið hildið fyri heilsurøktarar í Danmark í nógv ár, og sum nógvir av okkara limum hava eftirlýst, tí hetta er við til at geva heilsurøktarum øktan heilivágsførleika. Heilsurøktarafelagið fegnast um undirvísingina, og at heilsurøktarar við hesum skeiðnum hava økt um sínar førleikar at umsita og handfara heilivág.

Skeiðsluttakararnir lótu sera væl at skeiðnum.