Heilsurøktaranálin komin

Nú er hon her! Heilsurøktaranálin, sum hevur verið so leingi ávegis. Á aðalfundinum í 2017 varð avgjørt, at heilsurøktarar aftur skulu hava møguleika at hava sítt egna fakliga frámerki, tá tey eru til arbeiðis. Sjúkrahjálparar hava fyrr havt nál, áðrenn nýggja útbúgvingin til heilsurøktara varð sett á stovn og áðrenn Almanna- og heilsurøktarafelagið og Føroya Psykiatrifelag løgdu saman til Heilsurøktarafelagið í 2012.

Nálin er sniðgivin í Føroyum og framleidd í Danmark. Vit eru sera vælnøgd við endaliga úrslitið.

Búmerkið hjá Heilsurøktarafelagnum ímyndar tveir ringar í skapinum av einum hjarta, sum ikki bara er drívmegin í likaminum, men sum eisini kann ímynda Heilsurøktarafelagið sum ein krummtapp í føroyskum heilsusamanhangi, har dygdargóð røkt er hjartamálið. Grøni liturin boðar frá javnvág, lívi og megi, og hin ljósagrøni kann tulkast sum tað nýggja, ið sprettir aftur eftir vetur í likaminum, ella kanska tað, sum heilsurøktararnir fáa aftur at virka í brúkaranum. Tað er umráðandi í øllum arbeiði, at vit geva tí sum er frammundan nakað afturat, og, at vit í dagliga yrkinum gera mun.