Heilsurøktarafelagið fingið viðhald í kæru til Løgtingsins Umboðsmann

Heilsurøktarafelagið hevur fingið viðhald í kæru til Løgtingsins Umboðsmann, vegna ein av limum felagsins, sum hevur fingið noktað fast starv hjá Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu, hóast ein samd setanarnevnd hevur innstillað umsøkjaran, ið lýkur treytirnar í starvslýsingini, er einasti umsøkjari til starvið og harafturat hevur røkt starvið, sum tímalønt í fýra mánaðir frammanundan.

Noktandi svarið skal vera grundað á atburðin hjá umsøkjaranum í samband við, og eftir, at viðkomandi áður varð søgd úr einum øðrum starvi í kommununi, har viðkomandi uttan nøktandi hoyring varð flutt av einum starvsstað í Heilsu- og umsorganartænastuni í annað, og annar persónur varð fluttur í hennara starv.

Vegna hetta sigur kommunan seg ikki hava álit á starvsfólkinum longur, og sigur seg nú ikki kunna seta viðkomandi í annað fast starv í, í minsta lagi tvey ár eftir fyrru hendingina.

Løgtingsins Umboðsmaður heitir á kommununa um at viðgerða málið enn einaferð og lata seg frætta um úrslitið av hesi viðgerð, tí grundgevingin um vantandi álit heldur ikki, tá Heilsu- og umsorganartænastan hevur álit á, at viðkomandi heilsurøktari kann røkja starvið sum tímalønt.

Harafturat hartar Løgtingsins Umboðsmaður Tórshavnar kommunu fyri, í sínum ummæli av klaguni, at orða seg á ein hátt, sum als ikki sømir seg einum almennum myndugleika og arbeiðsgevara, tá kommunan har umrøður tað, at starvsfólkið klagar til Løgtingsins umboðsmann, sum eina staðfesting av, at viðkomandi ikki virðir leiðsluna og ikki er samstsarvssinnað, og, at Tórshavnar kommuna harvið ikki kann hava álit á viðkomandi.

Tað er ein demokratiskur rættur hjá øllum starvsfólkum at venda sær til fakfelagið, og eisini at kæra til Løgtingsins Umboðsmann fyri at fáa eina meting av, um eitt mál er rætt handfarið av einum almennum myndugleika, uttan at óttast starvsrættarligar avleiðingar ella onnur tiltøk.

Niðurstøðan hjá umboðsmanninum er at finna á heimasíðuni lum.fo, sum sæst við at trýsta á leinkið niðanfyri:

http://lum.fo/Default.aspx?ID=9746&Action=1&NewsId=5802&PID=31386