Heilsurøktarafelagið vertur fyri ráðstevnu í summar

Heilsurøktarafelagið verður í summar vertur fyri yrkisráðstevnu undir heitinum Practical nurses in Europe – trends in work environment and lifelong learning. Føroyska heitið er Heilsurøktarar í Evropa – rák innan arbeiðsumhvørvi og lívlong læra.

Nógvir áhugverdir fyrilestrar við granskarum úr Norðurlondum verða skránni og evninini undir heitinum fyri ráðstevnuna fevna um alt frá víðari útbúgving av heilsurøktarum til talgilding og tøkni í heilsu- og umsorganartænastunum.

Tað er EPN-samstarvið millum heilsurøktarar í Evropa, sum skipar fyri ráðstevnuni. Heilsurøktarafelagið er limur í EPN, umboðandi Føroyar, sum limaland. Hini fakfeløgini eru úr Íslandi, Noregi, Finlandi, Danmark og Luxembourg. Svenska felagið Kommunal, er í løtuni í eini tilgongd at gerast limur í EPN.

Yvir 60 heilsurøktarar úr hesum londum koma at luttaka á ráðstevnuni, og nú er eisini klárt hjá føroyskum  heilsurøktarum at tekna seg. Pláss er fyri 40 luttakarum úr vertslandinum.

Nógv meira verður at frætta um ráðstevnuna komandi vikurnar, eftir at endaliga skráin er løgd.

Tað er Smæran í J.H. Schrødersgøtu, ið verður karmur um yrkisráðstevnuna.