Heilsurøktarafelagið á ráðstevnu um vælferðartøkni

Nevndin í Heilsurøktarafelagnum hevur verið á ráðstevnu í Helsingør. Heitið á ráðstevnuni var ”Vælferðartøkni”. Tað var EPN, sum skipaði fyri ráðstevnuni, sum var 21. septembur 2012.

Vælferðartøkni er eitt spennandi hugtak, sum eftir okkara tykki rúmar mongum møguleikum, men sum eisini kann koma at merkja afturstig fyri nøkur menniskju. Fremsta endamálið hjá heilsurøktarum er at veita borgarum ta hjálp teimum tørvar. Tó mugu vit allatíðina hava í huga, at vit lata borgaran vera so sjálvbjargnan sum gjørligt. At vera sjálvbjargin hevur mestsum alt at týða fyri flestu fólk, og tí kann tað í mongum føri vera sera hent við hjálpitólum. Tó hava flestu menniskju eisini ein grundleggjandi tørv á samskifti og nærleika, sum ikki altíð kann nøktast við einum tóli. Nógir spurningar og nógvar meiningar eru um vælferðartøkni. Uttan iva fer hetta evnið at blíva meira aktuelt komandi árini.

Flestu fyrilestrarnir vóru upplýsandi og viðkomandi, so nevndin hevur valt at skriva eina samandrátt av teimum.

Avbjóðingar og møguleikar við vælferðartøkni
Nógv halda helst, at tað er betur at ”kumman” kann hjálpa til, tá ið man er liðugur, heldur enn at man skal sita og rópa ”eg eri liðug”, soleiðis at starvsfólk kunnu koma at hjálpa.

Ældresagen um vælferðartøkni
Maj byrjaði við at vísa til eina kanning, sum staðfesti at eldri fólk ræðast ikki vælferðartøkni og eru ikki ímóti at royna tøkni sum heild. Tey eru tvørtur ímóti forvitin eftir at prøva.

Framtíðar vælferðartøkni og arbeiðið á røktar- og umsorganarøkinum
Í sambandi við “tað intelligenta heimið”, sum faktiskt partvís longu er veruleiki, fara vit at síggja eina kolosala menning, har ting sum t.d. lykil, kamera, ljós, gardinur, sprinklari, hvítvørður, garaga, ventilatión, sjónvarp og útvarp eru stýrd av sama systemi, og kann passa seg sjálvt.

Tørvurin á fakligum førleikum í heilsuverkinum í dag og í framtíðini
Lars Erik vísir nakrar stabbamyndir á stórskíggja, har man sær, hvussu nógvir sjúklingar verða útskrivaðir pr. lækna í ymsum londum. Finnland útskrivar nógv flestar sjúklingar pr. lækna, hóast Finnland hevur nógv flestar heilsurøktarar á sjúkrahúsdeildunum í mun til hini londini.

(Les fyrilestrarnar við at trýsta á yvirskriftirnar)