Heilivágslæra nýggj lærugrein í heilsurøktaraútbúgvingini

Frá mars 2016 er nýggj lærugrein innførd í heilsurøktaraútbúgvingina í Føroyum, eins og tað er gjørt í Danmark. Próvtøka er kravd í lærugreinini.

Tað verða javnan gjørdar tillagingar í heilsuútbúgvingunum í Danmark og øðrum londum, og vit í Føroyum fylgja við á økinum. 

Hesaferð er tað heilivágslæra ið verður tillagað soleiðis, at tað verður ein lærugrein fyri seg í mun til fyrr, tá ið heilivágslæra lá inni í øðrum lærugreinum. 

At lærugreinin verður krav próvtøkulærugrein tryggjar eisini dygdina í fakinum.

Tað er stóra menningin innanfyri medisinska økið og økt krøv til heilsufakbólkar til at skjalfesta, ið m.a. eru orsøkir til broytingarnar.