Heildarrøkt skal til

Tey eldru hava tørv á virðiligum umstøðum, og tað kunnu heilsurøktarar veita trygd fyri.

Í skrivi frá 14. septembur, vísir Halgerð Jacobsen, nevndarlimur í pedagogfelagnum á, at eldraøkinum tørvar námsfrøðingar. Hetta grundar hon millum annað á, at námsfrøðingar kunnu geva teimum eldru innihald í gerandisdegnum, veita stimbran av kroppi og sál og gera tað møguligt at fara til tiltøk, á café og at vitja onnur heim.

 

Fjølbroyttu uppgávurnar hjá heilsurøkatrum

Eg kann einans undirstrika týdningin av einum innihaldsríkum gerandisdegi hjá okkara eldru á heimum og stovnum, at tey verða stimbrað bæði sálarliga og likamliga, eitt nú við at fara á tiltøk, café og aðrar vitjanir. Og tað er júst tað, heilsurøktarar gera, tí hetta eru uppgávur, sum heilsurøktarar og heilsuhjálparar við sínum útbúgvingum hava serligan førleika til. Tað er ikki av tilvild, at orðið heilsa, er partur av okkara fakheiti, tí tað er við støði í heildarrøktini, at vit eru um tey fólkini, sum onkursvegna eru skerd, tað verið seg av elli, likamligum- ella sálarligum breki ella sjúku.

 

Dagsins eldraøki

Halgerð Jacobsen sigur, at í verandi eldratilboð eru tað heilsuhjálparar, heilsurøktarar og sjúkrarøktarfrøðingar, ið eru í starvi og hava fokus á røkt, heilivág og mat. Hetta er ein ógvuliga einføld mynd av veruleikanum. Í eldraøkinum í dag eru nógvir ymiskir fakbólkar, eisini námsfrøðingar. Stórsti parturin av starvsfólkunum á ellis- og røktarheimum eru helst heilsuhjálparar, heilsurøktarar og ófaklærd. Men at siga, at  heilsustarvsfólk einans veita grundleggjandi røkt, geva heilivág og mat er ikki rætt, hóast hetta eru øki, ið als ikki kunnu komast uttan um, tá um eldrarøkt ræður. Alt tað, sum Halgerð í skrivi sínum nevnir sum serliga dygd hjá námsfrøðingum kemur sanniliga eisini undir fakligu førleikarnar hjá heilsurøktarum.  

 

Eldraøkinum tørvar virðing

At Heilsurøktarafelagið eisini fagnar fjølbroytni skal eingin ivi vera um. Vit samstarva við allar viðkomandi fakbólkar, men sláast skal fast, at hjá heilsurøktarum snýr tað seg um tað heila menniskjað. Tað snýr seg um at stuðla, hava umsorgan og at skapa tær góðu løturnar. Heilsurøktarar veita grundleggjandi heilsu- og sjúkrarøkt, arbeiða við kropsligari, sálarligari og sosialari endurmenning og fyribyrging. Tað er lívsgóðskuna vit vilja fjálga um í tann mun umstøðurnar loyva tí. Soleiðis sum tað verður spart upp á starvsfólk í eldraøkinum í dag og vaktirnar eru vorðnar styttri, er støðan tann, at í nógvum førum kann bert tað mest neyðuga verða gjørt. Eldraøkinum tørvar virðing, sum kann vísast í uppraðfesting av økinum soleiðis at tey dugnaligu fakfólkini, sum eru har í dag fáa nóg mikið av tíð til at gera  allar tær uppgávur tey eru skikkað til at gera.