Haldið høvdið kalt og hjartað heitt

Limirnir í Heilsurøktarafelagnum eru millum teirra, sum ikki kunnu arbeiða heima fyri at verja seg sjálvi og onnur. Tvørturímóti er tað av alstórum týdningi, at heilsurøktarar eru úti á arbeiðsplássunum, júst fyri at verja onnur.

Týdningurin á heilsustarvsfólki er vorðin meiri sjónligur nú enn nakrantíð.

Á fleiri arbeiðsplássum eru broytingar ávegis í starvsviðurskiftunum, sum skulu forða fyri øktum vanda fyri at smittan breiðir seg. Tað er trupult at vita, hvussu ein fyriheldur seg til broytingar, sum kanska ikki eru gjørdar fyrr, tí eingin okkara hevur verið í hesi støðuni fyrr. Í felagnum lurta vit eftir øllum spurningum og svara tí, vit hava svar upp á. Tað kann henda, at sami spurningur hevur eitt annað svar í morgin enn hann hevði í dag. Berið yvir við okkum – tað er støðan, sum kann broytast so skjótt.
Vit fylgja við og fylgja upp.

Álitisfólkini hjá Heilsurøktarafelagnum hjálpa limunum at fáa svar uppá spurningar á teimum støðum, sum hava álitisfólk, annars ber til at venda sær til skrivstovuna.

Vit hava læst hurðina í J. Paturssonargøtu 24, men eru at hitta á tlf 315670 millum kl 10.00-15.00 mána-, týs-, hós- og fríggjadag akurát, sum vanligt. Telduposturin er heilsurokt@gmail.com og eru átroðkandi boð, ber til at ringja á tlf 515670.