Góðan fyrsta mai

Stríðsdagurin hjá verkafjøldini, fagnaðardagurin hjá verkafjøldini ella altjóða arbeiðaradagur.
Líkamikið hvussu vit nevna dagin í dag, so er tað 1. mai, at vit koma saman á torgum og øðrum plássum her heima, eins og í øðrum londum, fyri at fagna felagsskapinum, samanhaldinum og rættvísinum.

Tað er í dag, at mint verður á týdningin av at standa saman, týdningin av at verja okkum sjálv og onnur móti órættvísi, kúgan og armóð.

Fólkaræði og frælsi eru eingin sjálvfylgja; heldur ikki nú, vit skriva 2022.

Góðan altjóða arbeiðaradag, øll somul!