Fyrstu ferð í sjey ár er aðalfundurin ein leygardag

Sum nakað nýtt – og eftir ynski frá seinasta aðalfundi - hevur nevndin í Heilsurøktarafelagnum í ár gjørt av at leggja aðalfundin ein leygardag, har vit enda fundin við einum góðum borðhaldi á Hotel Føroyum.

Hetta er beinleiðis ynski frá stórum parti av limum felagsins. Á seinastu aðalfundum felagsins er spurningurin javnan reistur, um ikki aðalfundurin eigur at liggja fast á einum leygardegi ella í hvussu er av og á kann vera ein leygardag. Við atkvøðugreiðslu eru vit eisini komi fram til, at limirnir deila seg í tveir javnt stórar bólkar, tá tað kemur til spurningin um, hvørt aðalfundurin eigur at liggja mítt í viku ella í einum vikuskifti.

Seinastu ferð ein aðalfundur og veitsla hava ligið í einum vikuskifti var í 2012, tá Almanna- og heilsurøktarafelagið og Føroya Psykiatrifelag løgdu saman til Heilsurøktarafelagið. Um hetta skal verða siður 7 hvørt ár er kortini óvist. Tað veldst alt um, hvat sitandi nevndir framyvir gera av.

Skráin fyri aðalfundin og kunning um borðhaldið koma seinni. Gleðið tykkum!