Fyrilestur og verkstova við Pernille Mejslov

Nú verður skeið við Pernille Mejslov!
Tað fer at snúgva seg um at fáa pengarnar at røkka longur.
Pernille, sum umframt at vera heilsurøktari, eisini er pengamentor, fer at halda fyrilestur hjá Heilsurøktarafelagnum mikukvøldið 4. apríl kl 18.30 - 20.30. Tað er avmarkað atgongd.
Mánadagin 30. apríl kl 10.00 - 16.00 fer Pernille at hava verkstovu í Heilsurøktarafelagnum um pening og virði. Eisini her er avmarkað atgongd.
Tað fer at ganga fyri seg á donskum máli, men Pernille skilir eitt sindur av føroyskum.
Hetta eru tvey ymisk tiltøk og neyðugt er tískil ikki at luttaka í báðum.

Meira kunning er at finna undir "tiltøk".

http://heilsuroktarafelagid.fo/fyrilestur-vid-pernille-mejslov

http://heilsuroktarafelagid.fo/verkstova-vid-pernille-mejslov