Fyrilestrar í heyst

Í oktobur og novembur mánaða kemur Mona Maria úr Fugloy at halda tveir fyrilestrar og eina verkstovu fyri limum okkara.

Tað fer at snúgva seg um strongd, ið er eitt rættiliga nógv umrøtt evni, ikki minst í yrkisfelagshøpi.

Á skránni eru tveir fyrilestrar undir heitunum “Vend strongd til tína styrki” og “Halt fast í tíni styrki eftir strongd”. Harafturat verður ein verkstova við heitinum “At navigera í kaos”. Fyrilestrarnir og verkstovan eru eru trý ymisk og sjálvstøðug tiltøk, so neyðugt er ikki at luttaka í øllum trimum.

Fyrilestrarnir taka støði í, at Mona Maria sjálv hevur verið rakt av strongd og havt drúgva sjúkramelding frá sínum dagliga starvi, sum leiðari á eini heilsu- og heimasjúkrarøkt í Danmark. Eisini hevur hon havt samband við fleiri starvsfólk, sum hava verið, og eru, rakt av strongd.

Fyrilestrarnir siga frá hennara ferð gjøgnum strongdarmeldurin, og um, hvussu nýggj styrki kann vinnast burtur úr upplivingum við strongd.

Limir í heilsurøktarafelagnum kunnu tekna seg við at venda sær til felagið á tlf ella telduposti. Meira er at lesa undir “tiltøk” her á heimasíðuni. Enn eru nøkur plásss eftir.