Frá EPN-ráðstevnuni í Smæruni 7. juni 2018

100 fólk tóku lut á ráðstevnuni kl. 9-16, herundir 60 útlendingar úr Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki, Finlandi og Luxembourg.

Rakul í Gerðinum setti ráðstevnuna. Hereftir sang Fuglafjarðar genturkór tríggjar sangir, og so beyð Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, vælkomin. Hereftir byrjaðu fyrilestrarnir. Vit hava referat frá flestu fyrilestrunum.

Pál Weihe, granskari, Føroyar: Arbeiðsheilsa og –umhvørvi
Pál tók m.a. útgongustøði í trivnaðarkanningini, sum Heilsurøktarafelagið gjørdi av limum felagsins í 2013. At lyfta, bera, boyggja seg, snara o.t. er eyðkent fyri heilsurøktarar og líknandi starvsbólkar, og tískil eru hesi í vanda fyri ávísum arbeiðs- og heilsuskaða. Umráðandi er, at arbeiðsgevarar og leiðarar leggja dent á, at arbeiðsplássini eru innrættað so ergonomiskt rætt sum gjørligt, og at starvsfólkini brúka mekanisk hjálpitól, tær røttu ergonomisku rørslurnar osfr. – sjálvt um tað kann vera trupult í gerandisdegnum. Tey flestu vita, hvussu ein ber seg “perfekt” at, t.d. tá ein skal lyfta tungt, men í konkretu støðuni brúka tey ikki altíð hesa vitan, men gera tað, sum skjótast ella lættast er, og haraftrat kemur fyri, at knappligar støður stinga seg upp, har tað ikki ber til at bera seg ergonomiskt rætt at. Hóast teori og praksis ikki altíð fylgjast at, eigur dentur at verða lagdur á at upparbeiða ein standardmáta at arbeiða uppá, so skaðar kunnu minimerast í mest møguligan mun.

Viðvíkjandi náttararbeiði er individuelt, hvussu fólk tola hetta. Fast náttararbeiði ella fleiri náttarvaktir á rað er ikki beinleiðis gott, men tó frægari enn at skifta tíðum, tí jú oftari kroppurin skal innstilla seg til nýggja dagrytmu, meira slítandi er tað. Tíðum skift kann tí síggjast sum ein eyka arbeiðsbyrða. Náttararbeiði ávirkar sodningarskipan, svøvn, møði osfr.

Kanningar av sjúkrasystrum í Hollandi vísa eisini, at starvsfólk eru meira nøgd við fast náttararbeiði enn við skiftandi vaktir. Kanning av stresshormonum í urininum, blóðtrýsti o.ø. hjá føroyskum trolarasjómonnum hava – móti væntan – víst, at stressniveauið fellur, tá teir koma av landi umborð – sjálvt um teir eisini arbeiða um náttina. Reglusemi og forútsigiligheit – at vita, hvat ein skal gera, hvussu og nær - er týðandi partur av forkláringini.

Heilsan hjá starvsfólkið eigur at fáa størri uppmerksemi. Tað kann gerast við at tosa við tey individuelt, t.d. um umstøður heima, hvussu væl/illa tey tola náttararbeiði osfr., og finna eina hóskandi rytmu til hvørt starvsfólk. Í sambandi við náttararbeiði kann skipast fyri, at uppgávurnar eru so fáar og so forútsigiligar sum møguligt. Tað ber eisini til beinleiðis at lýsa eftir fólki, sum tíma og dáma at arbeiða um náttina. Lønin fyri náttararbeiði eigur eisini at vera betri

Heilsurøktarar koma tætt inn á lívið hjá búfólki. Tað kann kennast psykiskt tyngjandi, serliga tá tað snýr seg um dement. Dement fólk kunnu framkalla stress hjá starvsfólkunum. Starvsfólkið kann kenna seg noydda/n at gera ymsar uppgávur á ein annan hátt, enn starvsfólkið sjálvt heldur vera hóskandi. Sum starvsfólk er eisini vanligt at kenna, at ein gevur og gevur, men lítið og einki fær aftur, og hetta ávirkar eisin stressniveauið. Dement fólk vísa ofta ikki takksemi og viðurkenning og hava trupult við at engagera seg.

Viðurkenning og rós er sera umráðandi. 63% av læknunum og enn færri sjúkrasystrat kenna seg viðurkend; hetta er lægri enn hjá heilsurøktarum[1]. Viðurkenning er eisini eitt øki, tað ber til at arbeiða við. Rós og viðurkenning í gerandisdegnum er týdningarmikið, og ein einfaldur máti er at stuðla starvsfólkunum meira, t.d. tá eitt búfólk er órímiligt ella aggressivt, við at práta um hendingarnar, kenslurnar osfr. Tá starvsfólkið skjótt og effektivt sleppur at deila byrðuna við onnur, kennir hann/hon seg viðurkenda/n og kemur lættari fyri seg. Rós og viðurkenning frá avvarðandi hjá búfólkunum er eisini týdningarmikið.

Haraftrat er umráðandi at hava greiðar og detaljeraðar leiðreglur um, hvat verður væntað av starvsfólkunum, so tey vita, hvat tey skulu og ikki. Lívslong læra er eisini umráðandi. Tað kostar, men fæst aftur við arbeiðsgleði og kvaliteti.

Eisini er umráðandi at vaccinera móti hepatitis B og HIV, tí hesar sjúkur kunnu lættliga yvirførast, tá ein ofta hevur fysiskt samband við onnur fólk. Húðtrupulleikar eru eisini vanligir í røktarsektorinum, t.d. eksem av at vaska hendur ofta, og hetta eigur eisini at vera tikið í álvara.

Håkon Høst, granskari, Noreg: Lívslong útbúgving fyri heilsurøktarar
Håkon Høst greiddi frá norskum fakskúlum[2] fyri heilsurøktarar[3], sum vilja víðariútbúgva seg. Stórur vøkstur er í yrkisútbúgving, ikki bara í Noregi, men eisini í grannalondunum. Eisini er politiski áhugin stórur, og tørvur er á meira kunnleika um økið.

Høst hevur gjørt kvantitativa og kvalitativa kanning, sum vísir, at munur er á, hvussu ídnar ymsar kommunur eru at senda síni starvsfólk á fakskúla. Tey flestu, sum ganga í heilsurøktara-fakskúla, eru millum 40-60 ár og hava verið leingi á arbeiðsmarknaðinum. Til samanberingar eru flestu næmingarnir á tekniskum og kreativum fakskúlum 21-30 ár. Tey hava sjáldan hoyrt um víðariútbúgvingina frá starvsfeløgum, men frá leiðsluni – helst tí víðariútbúgvingin er rættliga nýggj[4]. Flestu undirvísararnir eru frá hægri lærustovnum, og sama er galdandi fyri bøkurnar.

Út frá 15 kvalitativum interviews sæst, at tey halda tað vera hart at ganga í skúla, tá ein hevur familju, og eru ikki von at lesa fakbókmentir og skriva uppgávur. Men lærdómurin er góður, halda tey, og tey stuðla hvør øðrum, og tey flestu standa royndina og eru errin av tí. Hørð kapping er um pengarnar ymsu støðini, so útbúgvingin kann vera í einum stað eitt árið, og í einum øðrum árið eftir. Frástøðan til skúlan kann vera long, og ikki øll hava nógva tíð, fleiri kunnu hvørki siga arbeiðið frá sær ella forsøma familjuna, so tey droppa útbúgvingina í staðin.

Tá ein hevur gjøgnumført fakskúla, hækkar lønin sum oftast, og møguleikar eru at avansera. Í praksis fáa tey flestu fáa tó ikki størri ábyrgd, men gera somu uppgávur sum fyrr, bara við hægri kvaliteti. Undantøk eru tó, t.d. leiðarar. men konfliktir eru ofta millum heilsurøktarar og starvsbólkar, sum hava hægri útbúgving. Eisini veldst um, hvussu samansetingin av starvsbólkum er á einum arbeiðsplássi. Eru t.d. eins nógv av hvørjum, er trupult hjá teimum lægst útbúnu at fáa ábyrgd.

Fakskúlin gevur sostatt ikki heilsurøktarum viðurkenning ella avansement, men meira kensluna av errinskapi. Men útbúgvingin eigur at verða viðurkend sum ein hægri útbúgving, heldur Høst. Málið er at styrkja fakskúlan, byggja sterkari eindir og fáa betri viðurskifti millum hægri útbúgving og fakskúla. Sum støðan er, er fakskúlaútbúgvingin ikki góðkend sum hægri útbúgving, eftir sum tað er yrkis- og ikki akademisk útbúgving.

Vibeke Andersen, fysioterapeutur, Danmark: Rørsla á arbeiðsplássinum
Kommunan í Keypmannahavn hevur sett eitt royndarprojekt í gongd, sum gongur út uppá at innføra obligatoriskar fysiskar venjingar fyri starvsfólkini í arbeiðstíðini. Endamálið er at fyribyrgja slit og fáa starvsfólk at halda longur. Tankin aftanfyri er, at eins og tað er so nógv annað, ein skal í gerandisdegnum, so skal ein eisini kunna venja. Styrkivenjing er vald, tí gransking vísir, at venjing av vøddum, sum verða brúktir í sambandi við eldrarøkt, gevur úrslit. Eingin veit tó, um fólk halda longur av teirri orsøk, men roknað verður við tí, og eftirmetingin av hesum átakinum hevur víst góð úrslit. Starvsfólk hjá Politinum og brandmyndugleikunum venja eisini regluliga. Tey, sum skipa venjingina, fáa reguliga vegleiðing og nýggjan íblástur; í summum førum verða professionellir venjarar brúktir.

Øll starvsfólk verða kallað inn til innleiðandi samrøðu og til ymsar mátingar og tests. Ætlanin er eisini at fáa møgulig ivamál, stúran osfr. hjá starvsfólkinum fram í ljósið her. Roynt verður, ikki at brúka orðið skal og obligatoriskt. Tað er ikki soleiðis, at øll starvsfólk eru treytaleyst fegin um átakið. Spurningar sum hví arbeiðsplássið skal ráða yvir privatlívinum osfr. koma javnan fram. Tey, sum frammanundan eru í best formi, eru oftast tey, ið taka mest undir við átakinum, meðan tann tyngri endin er truplari at náa.

Succeskriterium er, at minst 80% skulu venja minst 35 min/viku. Tey einstøku arbeiðsplássini gera sjálv av, hvussu tíðin verður brúkt; summastaðni verður øll venjingin gjørd í einum, aðrastaðni 10 minuttir nakrar dagar um vikuna osfr. Umráðandi er tó, at áhaldandi fokus er á átakið, bæði hjá leiðslu og starvsfólki. Tað er ikki nóg mikið at venja, “tá tað pasar”, tað skal skipast sum ein fastur táttur júst sum aðrar arbeiðsuppgávur.

Mia Vabø, granskari, Noreg: Norðurlendsk røkt í broyting
Samstarv og tvørprofessionellitetur er in fyri tíðina, bæði í ymsum sektorum, millum avvarðandi og sjúklingar/búfólk. Tað snýr seg eisini um at útnytta ressursir, og vit skulu ikki rokna við fleiri starvsfólkum í framtíðini. Fyribrigdið er pakkað niður í ein heitan retorikk.

Út frá kvalitativari gransking sæst, at umráðandi er at hava og brúka nógva tíð og ikki skunda sær ov nógv, tá ein fæst við eldri fólk, tí tey eru ofta sein. Eisini er týdningarmikið at hava møguleika at ávirka og fyrireika arbeiðið og kunna ráðføra seg við onnur, bæði starvsfelagar og leiðara.

Men soleiðis er ikki allastaðni. Frá 2005-2015 eru fleiri og fleiri heilsustarvsfólk í Danmark, Finlandi, Noregi og Svøríki, sum hava umhugsað at skifta starv, tí tey eru fysiskt og psykist útlúgvað. Kenslan av ikki at strekkja til er vaksin, stuðulin frá leiðarum er minkaður, tíðin at tosa saman og at arbeiða í er minkað; snøgt sagt hevur gongdin verið skeiva vegin á øllum økjum. Ymiskt er tó frá landi til land – t.d. er støðan í Danmark versnað á øllum økjum, meðan í Finlandi stendur frægari til.

Eisini aðrir munir eru á londunum. Samanlagt arbeiða yvir helvtin parttíð, men í Finlandi bara 13%. Noreg hevur hægsta tal av ófrívilliga parttíðarsettum; 33% av teimum parttíðarsettu har vilja hava fleiri arbeiðstímar; hetta talið er ávv. 24% í Svøríki og 12% í Danmark. Í Danmark er dokumentatiónin og sproytugeving økt frá 2005-2015, meðan kaffidrekking er minkað; reingerð og innkeyp er spart burtur og útliciterað. Generelt er generøsiteturin minkaður ógvusliga í Danmark.

 

 

[1] Í trivnaðarkanningini hjá Heilsurøktarafelagnum 2013 svaraði 78%, at tey í gerandisdegnum føldu sítt abeiði virðismett og páskjønnað av nærmasta leiðara.

[2] Fakskúli í Noregi er yrkisrættað útbúgving, sum byggir á víðarigangandi skúla ella samsvarandi førleikar.

[3] Orðið “heilsurøktarar” verður brúkt her, hóast norsku útbúgvingarnar og heitini eru øðrvísi.

[4] Fyrsti fakskúlin varð tó settur á stovn í 1960unum.