Forvitnislig og upplýsandi ráðstevna

Heitið er: Heilsurøktarar í tvørfakligum samstarvi 
                – førleikar og arbeiðsuppgávur hjá heilsurøktarum

Ráðstevnan verður hósdagin 25. februar  kl. 9 – 16 í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum.

Heilsuskúli Føroya og Heilsurøktarafelagið hava boðið leiðandi sjúkrarøktarfrøðingum á sjúkrahúsum, ellisheimi, heimatænastu og psykiatriskari deild í Danmark og Føroyum á ráðstevnu. Teir fara at halda fyrilestur um, hvussu teir brúka førleikarnar hjá heilsurøktarum, og hvørjar arbeiðsuppgávur heilsurøktarar hava. Harafturat fara teir at koma inn á førleikamenning, leiklutin hjá heilsurøktarum á arbeiðsplássinum, og hvussu tvørfakliga samstarvið verður skipað, tá ið fleiri ymiskir starvsbólkar starvast á sama stað.

Heilsuskúli Føroya og Heilsurøktarafelagið vóna at tey, sum koma á ráðstevnuna, bæði fáa nakað ítøkiligt burturúr og eina yvirskipaða mynd av, hvussu heilsurøktarar kunnu gagnnýtast á eldraøkinum og almanna- og heilsuøkinum.  

Í 2008 fingu fyrstu heilsurøktararnir prógv frá Heilsuskúla Føroya. Man kan tí siga, at útbúgvingin í føroyskum høpi er rímiliga nýggj. Í Danmark bleiv sama útbúgving longu sett á stovn í 1992. Útbúgvingin til social- og sundhedsassistent í Danmark kom í staðin fyri útbúgvingarnar til sjúkrahjálpara, pleygara, røktarheimsassistent og ítrivsvegleiðara. Hesar útbúgvingarnar tóku nógvir føroyingar í 60´unum, 70´unum og 80´unum í Danmark. Eftir loknað útbúgving arbeiddu hesir fakbólkar á psykiatrisku deildunum í Tórshavn, ellisheimunum kring landið, teimum trimum sjúkrahúsunum og í ergoterapium, sum virkis- og venjingarstovur vórðu nevndar tá. Tey flestu, sum høvdu tær gomlu útbúgvingarnar, hava uppskúlað seg til heilsurøktara.

Í dag hava nógv fleiri arbeiðspláss gleði av førleikunum hjá heilsurøktarum. Umframt at teir starvast á psykiatrisku deildunum, sjúkrahúsunum, virkis- og venjingarstovum og ellisheimum, starvast teir millum annað eisini í sosialpsykiatriini, útiøkinum í heimatænastuni, læknaviðtalum, viðgerðarstovnum, dagtilhaldum, serstovnatilboðum og ambulantum tilboðum. Heilsurøktarar hava, eins og fleiri onnur heilsustarvsfólk, autorisatión.

Av tí at heilsurøktaraútbúgvingin í Føroyum er hin sama sum útbúgvingin til social- og sundhedsassistent í Danmark, halda vit tað vera viðkomandi at fáa íblástur frá dønum, sum í meira enn 20 ár hava útbúgvið social- og sundhedsassistentar (heilsurøktarar).

Heilsurøktarafelagið og Heilsuskúli Føroya hava sent innbjóðing til leiðarar og deildarleiðarar á øllum almanna- og heilsuøkinum og eldraøkinum, umboð fyri stovnar og feløg, løgtings- og kommunuumboð og umboð fyri Almannamálaráðið, Heilsu- og innlendismálaráðið og Mentamálaráðið. Um nakar er, sum ikki hevur fingið innbjóðing til ráðstevnuna, men fegin vil koma, ber til at síggja skránna og tekna seg á www.heilsuroktarafelagid.fo. Eisini ber til at ringja á telef. 315670.