Fólkafundurin 2015

Heilsurøktarar á Fólkafundi

Aftur í ár var Heilsurøktarafelagið við á Fólkafundinum, sum hesaferð var í høllini á Hálsi í Havn. Heilsurøktarar, sum arbeiða ymsastaðni á almanna- og heilsuøkinum, stóðu í básinum hjá Heilsurøktarafelagnum og kunnaðu vitjandi um sítt arbeiði. Eins og undanfarin ár kundu fólk á Fólkafundinum koma í básin at fáa mátað blóðtrýstið og blóðsukrið. Hesum tilboðnum tóku nógv av. Fólk frá øðrum básum, fólkavald, fakfelagsfólk og fleiri miðnámsskúlanæmingar frá Kambsdali valdu at fáa mátað blóðtrýstið og blóðsukrið hjá sær. Lærarar frá Heilsuskúlanum vóru á básinum og kunnaðu um heilsurøktaraútbúgvingina.

Pallborðsfundur
Leygardagin skipaði Heilsurøktarafelagið fyri pallborðsfundi, har vit varpaðu ljós á heilsurøktarar og teirra arbeiðsmøguleikar á sambýlum og virkishúsum fyri fólk við serligum tørvi. Breiða útbúgvingin til heilsurøktara, sum leggur upp til, at heilsurøktarar kunnu starvast á øllum almanna- og heilsuøkinum, sæst ikki aftur á mongu arbeiðsplássunum á hesum økjum. Tvørturímóti, so starvast sera nógv ófaklærd í Trivnaðardeplinum. Hetta hevur við sær at fólk við t.d. menningartarni, sum kundu fingið stuðul og umsorgan frá heilsurøktarum, ikki fáa tað. Um heilsurøktarar vóru ein natúrligur partur av tvørfakliga starvsfólkahópinum á t.d. sambýlum og virkishúsum, kundu teir verið við til at tryggja fólki við serligum tørvi røttu hjálpina.

Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelagi segði á fundinum, at tey hildu, at um heilsurøktarar skulu inn at arbeiða við t.d. fólki við menningartarni, so er neyðugt at definera arbeiðið á stovnunum, soleiðis at allir starvsbólkar vita, hvør teirra uppgáva er. Somuleiðis eru tey í Pedagogfelagnum bangin fyri at sjúka og røkt fer at fylla ov nógv í arbeiðinum. Hermann Mortensen, depilsleiðari í Trivnaðardeplinum, helt at orsøkin til at næstan bara pedagogar og ófaklærd arbeiða við fólki við menningartarni, skal síggjast út frá siðvenju. Majbritt Mohr, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum og Eghild Poulsen, heilsurøktari og ráðgevi (fyri fólk við menningartarni og sálarsjúku og teirra avvarðandi og starvsfólk á sambýlum) vístu á, at heilsurøktarar eisini eiga at starvast á sambýlum og í virkishúsum. Fyri at kunna veita best hóskandi stuðulin til fólk við serligum tørvi er neyðugt við tvørfakligum samstarvi. Og við breiðu førleikunum hjá heilsurøktarunum eiga teir eisini at vera partur av tí.

Útbúgvingin til heilsurøktara fevnir m.a. um psykiatri, somatikk, endurmenning (rehabilitering), pedagogikk, heilsu- og sjúkrarøkt, fyribyrging og heilivágslæru. Heilsurøktarar eru útbúnir til at hjálpa, stuðla og røkta fólki í øllum aldri og fólki við einum og hvørjum breki ella serligum tørvi. Teir hjálpa fólki við dagligari lívsførslu og veita hjálp til sjálvhjálp, soleiðis at fólk varðveita sínar førleikar og sansir sum longst. Harumframt arbeiða heilsurøktarar heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi, eins og teir veita sjúkrarøkt.

Fólk við menningartarni kunnu hava tørv á hjálp til at koma upp um morgunin, vaska sær, fara til arbeiðis, gera mat, gera reint, hava samband við familju og vinir og at hava eitt frítíðarítriv. Tey hava oftari enn onnur hjartasjúku, epilepsi og sálarsjúku og blíva ofta tíðliga dement. At fáa gerandisdagin at hanga saman og at “passa” sína sjúku, fyribyrgja seinkomplikatiónum, hugsa um reinføri og kost og at handfara heilivág, er nakað sum fólk uttan brek ella serligan tørv gera uttan at hugsa so nógv um tað. Fyri fólk við breki ella serligum tørvi, kunnu hesar uppgávurnar vera so truplar, at onnur menning steðgar, um eingin hjálpir teimum við hesum. Tí síggja heilsurøktarar seg sum ein natúrligan part av tvørfakliga starvsfólkahópinum á t.d. sambýlum og í virkishúsum.

Framtíð
Heilsurøktarafelagið hevur fyrr gjørt vart við hetta fyri leiðarum í Almannaverkinum. Og vit vilja enn einaferð bjóða okkum fram til at kunna leiðarar og ovastu leiðslu í Almannaverkinum um førleikarnar hjá heilsurøktarum, og hvussu teir kunnu brúkast í tvørfakligum samstarvi á ymsu stovnunum. Vónandi verður tað natúrligt hjá leiðarum at hyggja eftir hvønn tørv fólk á stovnunum hava og út frá tí gera av, hvør starvsfólkabólkur best kann røkja uppgávuna. Við hesum leisti ivast vit ikki í, at tvørfagligheitin fer at økjast og at fólk við samansettum tørvi, kunnu vænta sær hjálp frá fleiri ymiskum skikkaðum starvsfólkabólkum.