Evropiskur fundur um arbeiðstíð

Heilsurøktarafelagið var á evropiskum samstarvsfundi í Luksemborg týsdagin 1. oktobur 2013. Eitt av evnunum á skránni var niðursett arbeiðstíð. Hetta er ein felags avbjóðing, sum flestu fakfeløgini arbeiða við. Avleiðingin av niðursettari arbeiðstíð er, at heilsurøktarar hava sera trupult við at forsyrgja eini familju, eins og at teir aftaná eitt langt og ofta slítandi arbeiðslív fáa alt ov lága pensjón.

Fyrr í ár samtykti norska Stórtingið eina lóg, sum skal geva starvsfólki, ið eru í parttíðarstarvi møguleika at fáa fulla starvssetan. Lógin gevur parttíðarsettum, sum arbeiða meira enn setta tímatalið, rætt til at fáa fasta setan í tí brøki, sum tey hava starvast í seinastu 12 mánaðirnar.

Norska Fagforbundet er sera spent eftir at síggja, um hendan lógin fer at føra til, at almanna- og heilsustarvsfólk framyvir fara at fáa fulla starvssetan. Fagforbundet vísir á, at sera nógv fólk á almanna- og heilsuøkinum eru sett í niðursettum starvsbrøki til dømis 70 % vinnu. Arbeiðsgevarin hevur tó brúk fyri at tey starvast meira, so tí arbeiða tey upp til fulla tíð hvønn mánaða. Tá ið tey søkja um at sleppa upp í tíð, verður tað noktað teimum.

Nýggja lógin skal tryggja starvsfólkum, sum ofta arbeiða meira enn tey eru sett fast starv í tí brøki, tey kunnu vísa á, at tey hava starvast seinasta árið.

Fakfeløg í Føroyum hava í fleiri ár víst á, at starvsfólk – serliga konufólk, ið stavast á almanna- og heilsuøkinum – ikki sleppa at arbeiða fulla tíð. Tí fegnast Heilsurøktarafelagið um at síggja, at løgtingið í dag skal viðgera eitt uppskot til samtyktar um rættin til at arbeiða fulla tíð.

Heilsurøktarafelagið vil geva sítt íkast til arbeiðið, ið krevst, um hetta uppskotið verður samtykt.