Evropeiskur Heilsurøktaradagur

Til lukku við yrkisdegnum, góðu heilsurøktarar!

26. novembur er Evropeiskur Heilsurøktaradagur. At eitt yrki hátíðarheldur seg sjálvt og sína fakligheit, er ikki nakað nýtt, heldur ikki fyri heilsurøktarayrkið. Sum limir í EPN (The European Council of Practical Nurses), varpar Heilsurøktarafelagið við hesum eisini ljós á yrkisdagin, eins og systirfeløg okkara í limalondunum EPN gera.

Tað hevur sera stóran týdning at varpa ljós á yrkið og fakligheitina í samband við, at vit eru við til at tryggja umsorgan og røkt til allar borgarar, sum hava tørv á tí, um tað so snýr seg um eldri fólk, fólk við sálarsjúku, fólk við kropsligum breki ella sjúklingar á ymsu sjúkrahúsdeildunum.

Tað serliga við at vera heilsurøktari í dag er, at ”størvini hanga á trøunum”. Tað gongur ikki dagur uttan at starvslýsingar eru at síggja á ymsu portalunum, har søkt verður eftir heilsurøktarum ella fólki við heilsufakligari útbúgving. Á tann hátt er tað suttligt at vera heilsurøktari, tí møguleikarnir at savna sær fjølbroyttar starvsroyndir eru góðir. Tørvurin á røktarstarvsfólkum er ovurhondsstórur og tað verða als ikki útbúgvin nóg nógv fólk til at røkja hesar tíðandi uppgávur. Tað hevur so eisini við sær, at fá fólk, skulu røkja nógvar og stórar uppgávur, sum tíðin ikki altíð í nóg stóran mun strekkir til og tað er fakligheitin í vanda fyri at líða undir.

Tíbetur er í løtuni eitt uppskot til samtyktar í Løgtinginum um at útbúgva fleiri røktarstarvsfólk. Okkara inniliga vón er, tað uppskotið ber á mál, so heilsurøktarar í framtíðini fáa fleiri starvsfelagar.  

Tit lyfta eina stóra og týdningarmikla vælferðaruppgávu. Hetta hava tit uppiborið stóra viðurkenning fyri!

Hjartaliga til lukku við degnum!