Evropeiskur heilsurøktaradagur

Í samband við, at tað í morgin, 26. novembur, er Evropeiskur heilsurøktaradagur,  vilja vit varpa ljós á arbeiðið og førleikarnar hjá okkara limaskara.

Heilsurøktarar, *pleygarar, sjúkrahjálparar, røktarheimsassistentar og ítrivsvegleiðarar arbeiða millum annað við fólki við sálarsjúku, eldri og minnisveikum, innløgdum á sjúkrahúsi og fólki við menningartarni ella serligum tørvi. Omanfyrinevndu fakbólkar veita millum annað heilsu- og sjúkrarøkt, geva heilivág, stuðla og vegleiða avvarandi, arbeiða við endurmenning og arbeiða tvørfakligt.

At stuðla fólki í gerandisuppgávum og at hjálpa teimum at klára seg sjálv, eru týdningarmiklar uppgávur hjá heilsurøktarum. Gerandisuppgávur kunnu tildømis vera at hjálpa fólki við persónligum reinføri, ganga túr ella at gera mat. Tá ið heilsurøktarar hjálpa fólki, eru teir tilvitaðir um at tann, ið hevur brúk fyri hjálp, má stuðlast í at vera so virkin sum gjørligt. Hetta soleiðis, at fólk varðveita sínar førleikar og sansir sum longst.

Heilsurøktarar arbeiða við somatiskum og psykiatriskum sjúklingum og eru sera dugnaligir til at veita grundleggjandi sjúkrarøkt. Eru fólk innløgd á sjúkrahúsi, so veita heilsurøktarar neyðugu sjúkrarøktina og tryggja eisini, at grundleggjandi tørvirnir blíva dekkaðir, soleiðis at fólk hava optimalar umstøður at koma seg aftur. Liggja fólk til at doyggja, samstarva heilsurøktarar við avvarandi og onnur um at gera seinastu tíðina so góða sum gjørligt, eins og teir tryggja grundleggjandi sjúkrarøktina.

Heilsurøktarar eru stinnir í relatiónsarbeiði og recovery, sum hevur so stóran týdning í øllum psykiatriskum arbeiði. Grundleggjandi sjúkrarøktin kann vera at rúma ótta, óró, psykosu ella ráðaloysi hjá sjúklingunum. At skipa fyri undirvísing er eisini ein av uppgávunum. Heilsurøktarar síggja menniskjað sum eina heild og veita út frá tí - bæði sjálvstøðugt og í samstarvi við onnur - sjúkrarøkt, viðgerð og endurmenning.

Heilsurøktarar veita heildarrøkt. Hetta merkir í stuttum, at heilsurøktarar hugsa um øll viðurskifti, sum kunnu hava týdning, tá ið teir taka hond um røktina, sum fólki tørvar. Tað kann vera at koma upp um morgunin og hjálpa við persónligari røkt og geva heilivág. Hjálpa fólki við venjingum, sum kunnu betra um ella viðlíkahalda teirra førleikar. Veita sálarliga hjálp ella fáa røttu hjálpina til borgaran frá øðrum samstarvsfeløgum. Í øllum hesum arbeiði skal atlit takast til likamligu, sálarligu, sosialu og mentanarligu førleikarnar hjá borgarunum.

Síðani 2008 hava heilsurøktarar havt **autorisatión. Misrøkja heilsurøktarar sítt starv, kunnu teir klagast og missa autorisatiónina. Heilsurøktarar, sum ikki halda seg hava nóg góðar førleikar til ávísa uppgávu, hava skyldu at boða frá hesum.

Samanumtikið arbeiða heilsurøktarar við heilsu- og sjúkrarøkt. Teir stuðla fólki í at vera so virkin sum gjørligt og hjálpa til at skapa innihald í gerandisdegnum. Hetta er við til at fyribyrgja sjúku og bøtir um heilsuna og trivnaðin hjá borgarunum. Harumframt er samstarvið við avvarandi og aðar fakbólkar av sera stórum týdningi.

* Í 1990 vórðu útbúgvingarnar til pleygara, sjúkrahjálpara, røktarheimsassistent og ítrivsvegleiðara niðurlagdar og í staðin kom útbúgvingin til heilsurøktara. Fyrstu heilsurøktararnir (social- og sundhedsassistenter) í Danmark vórðu útbúnir í 1993, og fyrstu heilsurøktararnir frá Heilsuskúlanum í Hovi vórðu útbúnir í 2008. Fyri ikki at skriva allar fakbólkarnar upp í saman, so skriva vit heilsurøktarar.

**Av nevndu fakbólkunum eru tað bert heilsurøktarar, sum hava autorisatión.