Evnisdagur um harðskap og hóttanir

Arbeiðs- og brunaeftirlitið skipar tann 24. oktobur fyri evnisdegi um harðskap og hóttanir móti starvsfólkum, ið starvast innan heilsu, røkt og umsorgan.

Evnisdagurin verður tann 24. oktobur í Smæruni í J. H. Schrøtersgøtu 7, í Tórshavn.

Dagurin er serliga ætlaður leiðarum, deildarleiðarum, limum í trygdarskipanini á arbeiðsplássinum og øðrum áhugaðum starvsfólkum.

Limirnir í Heilsurøktarafelagnum hava fingið telddupost við kunning um evnisdagin.

Tað er ókeypis at luttaka, og boðast skal frá luttøku umvegis teldubræv til tilmelding@arb.fo í seinasta lagi 10. oktobur.

Sjá leinki: https://arb.fo/news/42/evnisdagur-um-hardskap-og-hottanir