EPN-ráðstevna í Íslandi

Nevndin í Heilsurøktarafelagnum og tvey av álitisumboðum felagsins, eru í hesum døgum á ráðstevnu í Reykjavík, sum EPN skipar fyri annaðhvørt ár.

Fyrsta dagin var fundur í høvuðsráðnum, har aðalmálini og viðtøkurnar hjá ráðnum vóru til umrøðu, umframt spurningurin um Healt Care Assisteants (HCA), t.e. hjálparfólk, eins og útbúgvingarspurningar, sum heild, vóru til umrøðu. Eftir kjakið var avgjørt at gera eina felags yvirlýsing frá fundinum. Yvirlýsingin skal leggja dent á, at EPN-londini, eisini í framtíðini, fara at stríðast fyri at varðveita og menna høga stigið á heilsu- og umsorganarútbúgvingunum, sum eru í okkara londum. Samstundis vilja vit stríðast fyri møguleikanum hjá ófaklærdum ella starvsfólki við lægri útbúgvingum at ogna sær viðkomandi yrkisútbúgving.  

At enda skuldi nýggjur forseti veljast fyri EPN-samstarvið, nú Tiia Rautpalo úr Finlandi hevur røkt hetta starvið í tvey ár. Ráðið samdist um at velja Raymond Turøy úr Noregi til nýggjan forseta í EPN.

Seinni sama dag var boðið til móttøku í Sjúkraliðafélag Íslands, sum er íslendska heilsurøktarafelagið, í samband við, at tey hava 50 ára stovningardag seinni í ár.

Seinna dagin var ráðstevna við yvir 130 luttakarum úr øllum EPN-londunum. Fyrilestrahaldarar úr øllum londunum góvu sítt ískoyti til evnið fyri ráðstevnuna hesaferð, um sjálvboðin starvsfólk og yrkislærd starvsfólk í heilsu- og umsorganarøkinum. Stuttir samandráttir frá ymsu fyrilestrunum vera tøkir á heimasíðuni seinni.