EPN ráðstevna í Helsinki

Nevndin í Heilurøktarafelagnum hevur júst verið á ráðstevnu í Helsinki í Finnlandi. Áhugaverdu fyrilestrarnir vóru á ymsan hátt sera viðkomandi. Aftaná hvønn fyrilestur kundu vit seta spurningar ella koma við viðmerkingum. Tað var European Council of Practical Nurses (EPN), sum skipaði fyri ráðstevnuni. Les meira um EPN á heimasíðuni undir samstarv.

Finski Almanna- og heilsumálaráðharrin Paula Risikko beyð vælkomin
Áðrenn ráðstevnan byrjaði, helt finski Almanna- og heilsumálaráðharrin Paula Risikko eina stutta røðu. Hon byrjaði við at nevna, at mestsum øll londini í vesturheiminum standa fyri somu avbjóðingum á almanna- og heilsuøkinum, nú alsamt fleiri gerast gomul og viðgerðirnar á sjúkrahúsunum verða fleiri og betri.

Paula Risikko tosaði um týdningin av dugnaligum og skikkaðum starvsfólki – og nevndi týdningin av arbeiðinum hjá heilsurøktarum. Sjúklingar uppliva ofta, at eingin hevur tíð at lurta eftir teimum ella at tosa við teir um trupulleikarnar, ið teir dragast við. Heilsurøktarar hava tann førleikan, ið skal til fyri at nøkta hendan tørvin hjá sjúklingum.

At enda nevndi hon, at fyri at starvsfólk skulu trívast í arbeiðinum, hevur tað sera stóran týdning, at tey hava ávirkan á egin arbeiðsviðurskifti. Hon mælti til at brúka arbeiðspláss, sum á einhvønn hátt eru sera góð, til at vera fyrimyndir fyri onnur. 

Nevndin hevur skrivað ein lítlan samandrátt av fýra av fyrilestrunum á ráðstevnuni.

Effects of economic situation on social and healthcare section
Professor Paul Lillrank, Aalto University

Wellbeing at work – Joy of work
Professor Marja-Liisa Manka, School of Management, University of Tampere

Lean- making healthcare more effective
Special researcher Jori Reijula, FIOH

Focusing on professional issues, Fællestillidsrepræsentant i Region Hovedstadens Psykiatri (RHP)
Britt Christiansen, Denmark