EPN-fundur

Í farnu viku var fundur í EPN-samstarvinum í Oslo.

Evnið til umrøðu hesa ferð var demens, og tær avbjóðingar og teir menningarmøguleikar ymsu limalondini hava í mun til tað. Í tí sambandi var vitjað á Økernhjemmet, sum er eitt heim fyri dement í Oslo, ið tekur støði í demensbýnum í Hollandi, tó í minni vavi.

Avgørt varð, at EPN-ráðstevnan í Føroyum verður í fyrstu viku í juni mánaða næsta ár.

Á myndini eru umboð fyri limalondini; Føroyar, Finland, Ísland, Noreg, Luxemburg og Danmark.